Vágamenn hava nú keypt ein tann størsta línubátin í Noregi.
Talan er um línubátin ?Frøyanes?, sum nú útgerðarfelagið ?Ervik Havfisk? nú hevur selt til Føroyar.
Báturin skal leverast um mánaðarskiftið februar mars, skriva norsk bløð nú um dagarnar.
Sostatt endar ein tann størsti línubáturin í Noregi á føroyskum hondum, skrivar norska blaðið.
Men báturin verður ikki føroyskur, allur sum hann er.
Tí norska útgerðarfelagið skal framvegis eiga ein triðingí bátinum, og bæði skipari og yvirmenn skulu framvegis verða norðmenn.
Men annars verður manningin føroysk.
«Frøyanes» er 42 metrar langur og var eitt skiftið flaggskipið hjá norska felagnum.
Tá ið hann er komin undir føroyskt flagg skal hann eita ?West Freezer?. Hann skal skrásetast í Vágum.
Eftir, hvat skilst eru tað Tummas Jacob á Løgmansbø, og aðrir, sum hava keypt bátin.
«Frøyanes» er 10 ára gamal og varð upprunaliga bygdur til eitt útgerðarfelag í Ný Fundlandi.
Norðmenn keyptu bátin í 1995 og hava síðani longt hann og gjørt hann meiri nútímans.
Vit fingu tíverri ikki fatur á Tummas Jacob á Løgmansbø, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár.