Vágaportalurin klagar Føroyar Tele

Vágaportalurin hevur sent klagu til Kappingarráðið viðvíkjandi Føroya Tele, Portal.fo og øllum undirsíðunum. – Felagið misnýtir marknaðarstøðuna, heldur Vágaportalurin

Netmiðlar

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Vágaportalurin skrivar í gjár, at hann hevur sent klagu til Kappingarráðið viðvíkjandi Føroya Tele, Portal.fo og øllum undirsíðunum, sum hesin almenni stovnur »tveitur út á marknaðin í løtuni.«

Vágaportalurin skrivar, at hann í klaguni millum annað vísur á støðuna í dag, har Føroya Tele hevur ráðandi marknaðarleiklut við eini fíggjarstøðu og corebusiness, sum ikki krevur yvirskot á ymsu tíðindaportalunum, og at hetta er misnýtsla av ráðandi marknaðarstøðu, sum skaðar tíðinda- og lýsingarkappingina.


- Almennir pengar fíggja Portal.fo og allar undirsíðurnar, tíðindaveitarar og lýsingarsølufólk, eins og web-designarar og KT-fólk, sum gevur eina ágangandi savning við nýggjum síðum, nýggjum alnets-redaktiónum og nýggjum lýsingarátøkum, skrivar Vágaportalurin.


- Vágaportalurin metir ikki, at tað er í samsvar við kappingarlógina at skula kappast móti almennum stovni, sum rekur sítt naska alnetstíðinda og alnetslýsingarvirksemi við stórum undirskoti, har Føroya Tele tó skjótt gerst monopol í tíðindaflutningi og lýsingum á alnetinum, verður millum annað sagt í klaguni, sum Vágaportalurin hevur sent Kappingarráðnum.


At enda vísur Vágaportalurin á í klaguni, at við hesi almennu, ágangandi og nasku kappingini frá Føroya Tele ber als ikki til at reka privat virksemi í tann mun sum ynskiligt er.