Vágatunnilin: Eru nú frammanfyri tíðina

?Gongur sum nú, verður tunnilin skotin ígjøgnum longu í ár, sigur Klæmint Weihe, formaður í nevndini fyri Vágatunnilin


 

Samferðsla


Tað gongur strúkandi at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi.

So strúkandi, at teir nú eru komnir fram um tíðarætlanina, hóast eitt verkfall legði arbeiðið lamið í fleiri vikur í vár.

Klæmint Weihe, formaður í nevndini fyri Vágatunnilin, sigur, at hesa seinastu tíðina hava teir borað upp í 80 metrar um vikuna, tá ið teir hava borað mest-og tað er nógv.

? Fjallið streymoyarmegin er blivið heilt gott at bora í, so nú er rættilig ferð á arbeiðnum.

Hann sigur, at sostatt hava teir longu fingið tað innaftur, sum teir mistu av verkfallinum í vár.

Nevndarformaðurin sigur, at higartil hava teir borð 1.725 metrar frá Streymoyarlandinum og 935 metrar frá Vágalandinum, ella tilsamans 2.660 metrar.

Sostatt eru teir komnir væl meiri enn í helvt, tí tilsamans er tunnilin 4.900 metrar langur. Sostatt eru góðir 2.200 metrar eftir at bora.

Klæmint Weihe sigur, at tískil eru góð útlit fyri, at tað tað verður liðugt at bora tunnilin longu í ár.

?Klára vit hereftir at bora 55 metrar í miðal um vikuna, koma vit ígjøgnum longu í ár, sigur hann.

Og tað skuldi hampiliga góð útlit verið fyri.

? Eftir teimum jarðfrøðiligu kanningunum, sum eru gjørdar, skuldi fjallið, sum er eftir, verið sama slag sum tað, vit hava borað í tað seinastu tíðina, tvs, at tað skuldi verið rættiliga gott at arbeitt í, tað, sum eftir er.

Klæmint Weihe sigur, at teir sostatt eru komnir yvirum tann partin á Streymoyarlandinum, har fjallið var ringt at bora í.

Kortini verða teir noyddir til at leggja upp fyri, tí hóast nágreiniligar jarðfrøðiligar kanningar eru gjørdar, kunnu rivur og aðrir óvæntaðir trupulleikar stinga seg upp í fjallinum frammanfyri, sum gera, at boringin ikki fer at ganga líka skjótt, sum hon ger nú.

Annars sigur hann, at arbeiðið hevur gingið gott og at onki álvarslig óhapp hava verið, okkurt arbeiðsfólk hevur meiðslað seg, men talan hevur bert verið um smávegis snuddir.