Vágbingar ætla at keypa Krúnborg

Ejler Jacobsen sigur, at hevði hann kunna havt hana eftir, hevði hann ikki selt

Líkt er nú til, at kenda nótaskipið Krúnborg úr Havn endar Vági.

Ejler Jacobsen, reiðari, hevur í longri tíð havt tingingar við vágbingar um at keypa skipið og eftir, hvat skilst á honum, er semja um prís og onnur viðurskifti

Síðani hava vágbingar roynt at finna fígging, og Ejler Jacobsen sigur, ar hann hevur skilt, at tað er við at koma undir land nú, so alt bendir á, at sølan kemur í lag.

Keypsprísin vil hann ikki upplýsa.

Tað eru Jákup Olsen og aðrir, sum frammanundan eiga nótabátin Saksaberg, sum nú eisini ætla at keypa Krúnborg.

Krúnborg er gomul, hon kom higar til lands í 1973.

Men hóast hon er komin upp í árini, er hon í sera góðum standi, tí nógv er lutgfalsliga nýtt umborð sigur Ejler Jacobsen.

Hann nevnir m.a. at í 1981 kom eldur í hana og tá varð alt innan gjørt nýtt.

? Alt á brúnni, øll tól og alt annað, og alt innan í afturskipinum, bæði kømur, messa, galla og alt tað.

? Síðani eru allir hjálpimorarnir skiftir, so ongin er eldri enn fýra ár. Teir, sum vórðu settir í, eru 50 hestar størri enn teir, sum vóru. ? Motorurin, sum drívur síðuskrúvuna er 10 ár, men hann er nýyvirhálaður. ? Somuleiðis eru nýggjur kraftblokkur settir í, hesin nýggi er 18 tons, tann gamli var 10 tons. Men motorurin og spølini eru enn tey somu.


Ikki við góðum vilja

Ejler Jacobsen sigur, at tað er ikki við góðum vilja, at hann selir Krúnborg.

Men í løtuni byggir hann eina nýggja Krúnborg í Noregi, og hann sleppur ikki at hava báðar, tí tann nýggja skal hava loyvini hjá teirri gomlu.

? Men Krúnborg er eitt avbera gott skip og betri nótabátur finst valla. Hon hevur fiskað sera væl, um einar 30 milliónir um árið, og hon hevur verið úti um 190 dagar, hvørt ár sigur Ejler Jacobsen.

Herfyri seldi hann eisini eitt annað av sínum skipum, Norðborg til Klaksvíkar.

? So nú er farið at tynnast í liðnum, sigur hann.

Hann sigur, at Norðborg varð seld fyri at eigararnir kundu fáa eina hampiliga pensjón, sum hann tekur til.

? Vit eru allir farnir at eldast og heilsan er farin at bila. So tað er fyri so vítt hóskandi at skerja virksemi nú, sigur gamli reiðarin í Havn. Ongin av eigarunum, ella skyldfólki teirra, hevði hug at verða við til at byggja nýggjan bát, so tað var bara at binda um heilan fingur og tryggja sær eina hampiliga pensjón, so leingi prísur fekst fyri Norborg, sigur Ejler Jacobsen.