Útlendingamál
Vágs Býráð er nú eisini farið upp í røðina av teimum, sum harmast um viðferðina, sum útlendingar fáa í Føroyum.
Tí hevur býráðið nú heitt á innlendismálaráðið um at viðgera eina umsókn frá einum útlendskum húski í Vági við vælvild.
Talan er um Cieslewicz-húskið, sum er ættað úr Póllandi, men sum hevur verið í Føroyum í eini sjey ár, harav eini fimm-seks tey seinastu árini í Vági.
Tað hevur fyrr verið frammi í fjølmiðlunum, at tað eru nú næstan tvey ár síðani, at tey søktu um at fáa uppihalds- og arbeiðsloyvið í Føroyum endurnýggjað, men enn er onki svar komið.
Húskið hevur ein drong, sum gongur í 9. flokki í Vági og Vágs Býráð heldur, at tá ið støða verður tikin til umsóknina, eigur tað eisini at verða hugsað um barnið.
Tí hevur býráðið nú heitt á Innlendismálaráðið um at lata húskið sleppa at vera í Vági til barnið er liðugt í skúlanum.
Vit halda ikki, at tað kann vera rætt at taka eitt barn úr skúlanum, stutt áðrenn skúlagongdin er liðug og vísa tí av landinum og sostatt eisini undir eina púra fremmanda skúlaskipan. Tí halda vit, at tað er rættast, at barnið sleppur at gera eina samanhangandi skúlagongd lidnað í Føroyum, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági.
Húskið, vit tosa um, hevur verið í Vági í mong ár. Her hava tey arbeitt og her hava tey goldið skatt og annars tillagað seg samfelagið. Tey hava passað seg og síni, uttan at vit hava havt nakrar trupulleikar av teimum.
Men bæði tey vaksnu og drongurin, kenna seg ógvuliga ótrygg við støðuna, tí at tey ikki fáa svar og eg haldi ikki, at tað er ein rímilig støða at seta vaksin, og serliga børn, í, leggur borgarstjórin afturat. Vit eiga heilt avgjørt at hugsa um, at eisini eru børn uppi í, sigur hon.
Føroyingar eru allastaðni í verðini og kunnu vera alla staðni í verðini og tí eiga vit at hugsa okkum um, hvussu vit bera okkum at ímóti teimum útlendinum, sum eru í Føroyum, førdu býráðslimir í Vági fram.