Vágur og Hvalba søgdu ja til samstarv

Eykaaðalfundur í Royn gav í kvøld einmælt nevndini heimild at samráðast við VB og Sumba um at skipa samtakið.

Í Royn verður helst lagt upp til, at hetta skal fevna um allan fótbólt, eisini allar tær yngru deildirnar.

 

Bæði í Vági og í Hvalba var greiður meiriluti fyri samstarvi millum feløgini í oynni, tað vóru ávíkavist 90% og 100% á støðunum báðum.

 

Í Vági og úr Hvalba hoyrist at tey eru sera vónbrotin av at Tvøráfólk skuldu vraka uppskoti um samstarv, og úttala nevndarlimur úr Royn og Formaðurin í VB seg eisini um málið.

 

Bjarni Johansen Formaður í VB sigur at hann metir tað vera rættuliga keðiligt at samstarvsuppskotið skuldi fella á Tvøroyri. Hann sigur víðari at VB má bara góðtaka úrslitið og koma víðari við samstarvi við Royn.

 

Hann vil tó ikki útiloka einum samstarvi í framtíðini.

 

? Tað má tíðin vísa. Vit eru fúsir, um so er, sigur ein vónbrotin VB Formaður.

 

Karin Eið Jensen, Stjórnarlimur í Royn sigur seg eisini vera rættuliga vónbrotna av at TB skuldi siga nei.

Hon heldur at tað hevði verið betur um TB var við eisini.

 

- Hetta er øðiliga keðiligt, tí uppskotið var ikki um at niðurleggja TB, VB, Royn og Sumba.

 

Talan var um at SAMSTARVA í bestu deildini, sigur ein avgjørd Karin, sum leggur afturat, at samstarvssamráðingar halda áframm millum hini feløgini í oynni, uttanum TB.