Um ein lítlan mánaða hátíðarheldur Vágs Kommuna 100 ára føðingardag. Í hesum sambandi er løgd ein fjølbroytt skrá fyrstu viku í oktober Á skránni eru millum annað myndaframsýningar. Í hesum sambandi heitir kommunan á fólk um at læna fyrireikarunum myndir úr kommununi, skrivar Suðuroyarportalurin.
Sóknast verður eftir myndum úr hesum 100 ára skeiðnum úr Vági, av Nesi, úr Fámará, úr Botni, av bygda- og grannaløgum í Vági, av vinnulívinum í Vági, av fiskaarbeiði í Vági ? til dømis breiða fisk, sildatíðin, Suðurfisk, Polarfrost o.s.fr. ? av skipum í Vági, av fólki til arbeiðis, av fólki í frítíðarítrivum ? t.d. í hoyna, ullarroyting, á útferð, ítrótt, almenn tiltøk o.s.fr.