Víðkaðar upplatingartíðir á ansingarstovnum

Foreldur í Norðoyggjum fáa nú møguleika at avhenda børnini á stovni ein hálvan tíma fyrr enn áður. Hetta skuldi gjørt tað munandi høgligari hjá teimum, sum arbeiða ella ganga í skúla aðrastaðni


Klaksvík:
Í sambandi við at undirsjóvartunnilin letur upp, hevur Klaksvíkar Kommuna gjørt av at geva foreldrum, sum ganga í skúla ella arbeiða aðrastaðni enn í Norðoyggjum, møguleikan at avhenda børnini eitt sindur fyrr um morgunin.
Tørvur broytist
Í februar mánaða samtykti Sosiala nevnd í Klaksvíkar býráð, at ansingarstovnarnar skulu tillaga upp- og afturlatingartíðirnar eftir tørvinum hjá foreldrunum í tíðarskeiðnum frá kl. 07:00 til 17:30.
Jancy B. Klein, leiðari á Sosialu Deild hjá Klaksvíkar Kommunu, sigur, at farið var undir ætlanina, tí tørvurin hjá foreldrum at avhenda og heinta børnini á stovnum væntandi fer at broytast, nú undirsjóvartunnilin letur upp.
Higartil eru hesi foreldur vanliga farin við Dúgvuni av Klaksvík longu kl. 05.45, og hava tí kortini verið noydd at finna onkra aðra ansingarloysn. Eisini eru tey fleiri, sum eru flutt til Havnar í lestrartíðini. Nú undirsjóvartunnilin letur upp, verður neyvan neyðugt at fara av Klaksvík fyrr enn um 7 tíðina, og við víðkaðu upplatingartíðunum hava foreldur tí sjálvi møguleika at avhenda børnini á ansingarstovni.
Ikki longri á stovni
Jancy B. Klein sigur, at tankin aftanfyri nýggju upplatingartíðirnar ikki er, at børnini skulu vera longri á stovni, enn áður. Ávísar avmarkingar og siðvenjur eru longu fyri, hvussu longi eitt barn kann vera á stovni um dagin, og fara stovnarnir eisini at halda seg til hesar framyvir.
Jancy B. Klein sigur, at onkur foreldur hava lagt ynski fram um at víðka upplatingartíðirnar á ansingarstovnum í sambandi við at tunnilin letur upp, men at Sosiala deild leingi hevur umhugsað ætlanina. Eisini hava býráðspolitikararnir verið positivir mótvegis ætlanini frá byrjan. Av tí at talan bert er um at hava opið ein hálvan tíma longri hvønn dag, fer hetta ikki at kosta hvørjum stovni meir enn einar 30.000 kr um árið.
Á onkrum stovni krevur nýggja skipanin nakað av fyrireiking, men sum skilst eru fleiri stovnar klárir við nýggju upplatingartíðunum, tá undirsjóvartunnilin letur upp síðst í hesum mánaðinum.