Víkarbyrgi mannleys í hálvt ár

Síðani á sumri í fjør hevur eingin verið skrásettur sum íbúgvi í Víkarbyrgi. Tað var tann tíð, tá skúli varð hildin her.

At bygdin nú liggur fólkatóm, er bert ein endurtøka av árinum 1349, tá Sóttin Svarta legði bygdina í oyði. Hon lá tá óbygd í nærum 500 ár, fram til 1830.

Sambært heimasíðuni hjá Sumbiar kommunu, sum Víkarbyrgi er partur av, er bygdin nú aftur mannleys. Seinasti maðurin flutti til Sumbiar at búgva fyri 20 árum síðani, men varð ikki fyrrenn á sumri í fjør skrásettur í fólkayvirlitinum sum búsitandi í Sumba.

Teir seinastu sum búðu fast í bygdini fluttu haðani og búsettur í Sumba miðskeiðis í 90?unum.

Tey húsini ið nú standa eftir, verða brúkt sum summarhús.