Tað gongur eitt sindur upp og niður hjá Víkingi. Næstsíðst løgdu teir rygg til 3-0 tap í Gundadali ímóti B36, umfarið frammanundan vunnu teir 5-0 á Sandi, og frammanundan tí ferðini endaði tað 3-3, tá ið KÍ vitjaði.
Hesa ferð vunnu teir sannførandi á ÍF. Talan var um fyrsta heimasigurin síðani flaggdagin, tá ið Víkingur í Sarpugerði vann 1-0 á NSÍ.
Undan lokaluppgerðini millum NSÍ og B68 í kvøld er Víkingur á fjórða plássi saman við NSÍ, og liðformaðurin, Niclas Niclasen, vil ikki hoyra taling um vandan fyri at flyta niður:
- Vit eru fýra stig frá bronsuni, so tað er tann vegin vit hava fokus, staðfesti miðverjin eftir kærkomna sigurin á ÍF.