Víkingarnir eru ikki órógvaðir

Tapið ímóti B36 ber ongar broytingar á oddaliðnum við sær, tá ið KÍ kemur til Fuglafirðar

Víkingur eigur heimavøll ímóti KÍ. Aftur hesa ferð verður spælt í Fugla­firði, tí tað líður einki við at leggja nýtt graslíki á vøllin í Sarpugerði.
Í sjey teimum fyrstu umførunum gekk sum eftir ánni hjá Víkingi, sum vann fulla úrtøku. Síðsta sunnudag kiksaði tað heilt, tá ið oddaliðið legði rygg til 3-0 tap í Gundadali ímóti B36.
– Vit hava ongantíð roknað við, at vit skuldu vinna fulla úrtøku burt­ur­úr øllum dystunum. At tapa ímóti B36 í Gundadali er ikki nøkur katastrofa, og vit halda fram, sum vit hava gjørt higartil, eru boðini úr Víkingi.
Oddaliðið var skert sunnudagin, tá ið báðir teir føstu vongverjarnir – Bárður Hansen og Hanus Jacobsen – ikki vóru tøkir. Bárður er framvegis burturstaddur. Teir vóna, at Hanus verður førur fyri at spæla ímóti KÍ. Atli Gregersen er leikbannaður eftir útvísingina ímóti B36. Tá ið hin miðverjin, Erling Jacobsen, var skaddur, loysti Dánjal Pauli Lervig av.
Hjá KÍ verður talan um heilt øðrvísi avbjóðing hesa ferð, enn tað var, tá ið klaksvíkingar á heimavølli fyri viku síðani vunnu 5-1 á FC Suðuroy.
Petur Andreassen og Gunnar Christiansen hava verið skaða­plág­aðir, ogteir tykjast ikki vera komnir heilt fyri seg. Kristoffur Jakobsen hevur verið skaddur fleiri tær sein­astu ferðirnar. Nú er hann tøkur aftur.
Higartil hevur KÍ verið tríggjar ferðir á útivølli, og úrtøkan hevur verið ein javnleikur, eitt tap og ein sigur, sum varð vunnin, tá ið KÍ fyri tveimum vikum síðani var á Svanga­skarði.

Víkingur - KÍ: Dagfinn Forná
sunnudagin klokkan 15.00