So at siga alt kappingarárið hevur KÍ verið oddalið og á føroyameistarakós í Effodeildini, men í farna umfari kom stór vend í, tá ið klaksvíkingar sera óvæntað taptu 3-1 á útivølli ímóti AB. Samstundis vann Víkingur 1-0 á heimavølli ímóti TB, og tískil er tað nú Víkingur, ið er á fremsta plássi - eitt stig framman fyri KÍ. Tvey umfør eru eftir, og vinnur Víkingur tveir teir síðstu dystirnar, so vinnur felagsliðið úr Gøtu og Leirvík fyrsta FM-heitið í søgu felagsins.
Miðvallarin og ein av høvuðsorsøkunum til, at Víkingur nú er nærri føroyameistaraheitinum enn nakrantíð, Sølvi Vatnhamar, dylur ikki fyri, at nú trúgva víkingar upp á FM.
- Vit hava trúð upp á FM alt árið. Seinastu tíðina hava vit verið í einum góðum stima, og vit fara at vita, um vit ikki kunnu halda hesum góða stimanum koyrandi teir síðstu dystirnar. Sjálvandi hava vit truplar dystir her at enda, sum eg haldi vera truplari enn teir hjá klaksvíkingum. Men vit fara at leggja alt fyri í tveimum teimum síðstu dystunum, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, segði Sølvi Vatnhamar um føroyameistarastríðið, tá ið in.fo fekk orðið á hann eftir landsdystin ímóti Portugal.
Síðstu tveir dystirnir hjá Víkingi eru á heimavølli ímóti B36 og á útivølli ímóti AB. Síðstu dystirnir hjá KÍ eru á heimavølli ímóti B68 og á útivølli ímóti ÍF. Tískil er lagt upp til eitt sera spennandi føroyameistarastríð, ið helst verður avgjørt á seinasta leikdegi leygardagin 22. oktober.