Víkingur lúrir eftir bronsuni

Tað var fagnaður millum heima­fólkið í Sarpugerði leygar­dagin, tá ið 4-3 sigurin á KÍ var veruleiki. Harvið hevur Víkingur sama stigatal sum HB, ið er á bronsuplássi og skal spæla á útivølli ímóti ÍF, sum fram­vegis hevur møguleika at vinna FM.
– Við sigri í steypakappingini hava vit tryggjað okkum rættin at taka lut í altjóða kapp­ingum næsta summar. Men eingin skal ivast í, at vit fara at leggja alt tað fyri, sum vit eru mentir, í royndini at vinna bronsumerkini, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu, sum skor­aði øll fýra málini ímóti KÍ og rættuliga er í hopla nú upp­undir kappingarenda.
Mikukvøldið skrivaðu Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og Jógvan Martin Olsen undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Jógvan Martin eisini í 2013 verður venj­ari hjá Víkingi. Higartil hevur samstarvið verið í fýra ár. Úrtøkan er tveir finalu­sigrar í steypakappingini og tvey bronsuheiðursmerkir í lands­kapp­ingini. Spurningurin er, um tað í morgin fer at eydnast at vinna triðja bronsuplássið.
Ímóti B36 eru Filip Djordjevic og Hjartvard Hansen leikbannaðir. Evrard Blé er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti KÍ. Jógvan Martin Olsen hevur lagt stóran dent á at menna ungar spælarar til besta liðið. Heðin Hansen var ímillum teir fyrstu ellivu fyri viku síðani, og hann verður millum teirra, sum í morgin fara í Gundadal.
B36 hevði seks ungar spæl­arar, ið eru uppaldir í felagnum, á dómaraseðlinum í málleysa javn­leikinum í Runavík. Hesa ferð eru teir tríggir, sum hava verið á ferð við U19 lands­lið­num, komnir aftrat. Málið í felag­num er at syrgja fyri, at nógvir av teimum, sum eru við til at manna besta liðið, eru uppaldir í felagnum, og dóm­ara­seðilin fyri viku síðani bendir á, at tað sær ikki so galið út.
Símun Joensen er tøkur aftur, eftir at hann var leik­bannaður ímóti NSÍ.
Hetta er síðsti heimadyst­ur­in í ár hjá B36. Nógv bendir á, at onkrir av spælarunum í morg­in fara at siga farvæl við árstals­felagið. Millum hesar eru Atli Danielsen og kanska Meinhard Joensen. Tað er ikki greitt, hvussu tað verður við Lukasz Cieslewicz næsta kapp­ingarár.

B36 - Víkingur: Ransin N. Djurhuus leygardagin klokkan 15.00