Víkingur og HB dystast eisini um søguligt steypamet

Tað er ikki bara eitt hálvfinalupláss, sum stendur uppá spæl, tá Víkingur og HB spæla fjórðingsfinalu 8. mai

Tá Víkingur og HB bresta saman í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, sunnudagin 8. mai er tað ikki bara eitt hálvfinalupláss, sum stendur uppá spæl. At varðveitta søgulig met, og at útjavna søgulig met stendur eisini uppá spæl hjá bæði Víkingi og HB. 

 

Skal HB varðveita søguliga metið at verða einasta liðið, sum hevur vunnið føroysku steypakappingina fimm ár á rað, so verður neyðugt hjá teimum svørtu og reyðu úr høvuðsstaðnum at knógva Víkingi, sum hevur vunnið føroysku steypakappingina fýra ár á rað nú.

 

HB vann kappingina um ísafjarðasúluna, sum steypakappingin æt á sinni fimm ár á rað seinast í 1970-unum, og fyrst í 1980-unum. Tey fimm árini HB vann steypakappingina á rað vóru í 1978, 1979, 1980, 1981, og í 1982. 

 

Víkingur hevur vunnið steypakappingina fýra tey seinastu árini, og kann útjavna gamla, søguliga metið hjá HB við at vinna kappingina um løgmanssteypið í ár.

 

So tá liðini møtast í fjórðingsfinaluni 8. mai stendur nógv uppá spæl, bæði nútíðarliga og søguliga. 

 

HB hevur vunnið steypakappingina heilar 26 ferðir, tó ikki síðani 2004.