Væl eydnað tiltak í miðbýnum

Leygardagin var eitt stórt tiltak í gamla kommunuskúlagarðinum í Havn og í gongugøtuni. Felagið Tórshavn og fimleikafelagið Ljósið skipaðu fyri mótaframsýning, har handlarnir í miðbýnum sýndu fram nýggjasta vár- og summarmótan

Í sambandi við at langur leygardagur varð í Havn seinasta leygardag, skipaðu Felagið Tórshavn og fimleikafelagið Ljósið fyri felags tiltaki í gamla kommunuskúlagarði og í gongugøtuni. Tiltakið byrjaði við at Brandur Enni sang, síðan høvdu handlarnir í miðbýnum mótaframsýning við nýggjasta vár- og summarmótanum, har vórðu sýnd fram klæðir til ung og eldri, nýggjasti hármótin, make-up, prýðislutir, brillur, skógvar o.a. Frásøgumaður varð James Olsen. Ein dansibólkur frá fimleikafelagnum Ljósinum varð eisini á pallinum. Annars varð nógv annað í miðbýnum leygardagin, so sum loppimarknaður, kafé, skreiðibani, fjarstýrdir bátar, fiskidammur, søla av kaffi, køkum, pylsum og øðrum. Kl. 16.00 spældi Havnar Hornorkestur. Handlarnir høvdu opið til kl. 17.00 hendan dagin. Frá Kunningarstovuni verður sagt, at tiltakið eydnaðist sera væl, tá hugsað verður um, at veðurvánirnar ikki vóru so góðar fyri hendan dagin. Hóast tað var nakað av vindi og kalt, vóru nógv fólk í býnum og gjørdu brúk av tilboðunum, sum handlarnir í miðbýnum høvdu. Kaféin kom eisini væl við, nú Kondittaríið er stongt.