Hóast undirskotið hjá EIK-samtakinum fyri 2009 à 297 mió. kr. avgjørt ikki er nøktandi, eru niðurskrivingarnar nú á einum lægri støði enn í 2008. Saman við nýggju tilsøgnini um statsveðhald à 9,1 mia. kr., er bankin væl fyri at taka við komandi avbjóðingunum. Verkseting av kt-skipanum og umskipanir eru framdar í samtakinum í 2009, og Eik væntar positivt úrslit í 2010, verður sagt úr bankanum, sum í dag hevur almannakunngjørt roknskap og ársfrágreiðing fyri 2009.
Úrslitið er eitt undirskot á 297 mió. kr., ið er eitt vet minni, enn bankin metti í Profit Warning síni tann 23. februar 2010. Fíggjarliga úrslitið er als ikki nøktandi, ásannar leiðslan. Hinvegin, hevur bankin farna árið loyst nógvar stórar uppgávur úr lagdi og stendur væl brynjaður, nú tað so smátt sær út til at lýsna nakað aftur búskaparliga í havsbrúnni.
Netto rentuinntøkurnar eru hægri, t.e. 518 mio. kr. og útreiðslustøðið er hildið óbroytt í 2009, í mun til árið fyri. Hinvegin eru ómaksgjøld og provisiónir fallin munandi úr 204 mió. kr. í 113 mió. kr. Samlaðu innlánini eru økt við 2.1% úr 14,1 mia. kr. í 14,4 mia. kr., meðan útlánini eru fallin við 1,4%, skrivar EIK á heimasíðu sínari