- Vit eru sera nøgd við úrslitið, tí hetta er torført verk at syngja, tí sera brádlig skifti eru í tónaslagnum, sigur Ólavur Hátún.
Hann minnir á, at hetta er krevjandi verk og eisini langt, einar 70 minuttir.
Havnarkórið hevði hjálp frá góðum sangarum úr øðrum kórum og minti hetta tí um Føroyakórið, ið sang, tá Norðurlandahúsið varð tikið í nýtslu.
Hann heldur vera hugstoytt, at heldur fá fólk leitaðu sær á konsertirnar leygardagin og sunnudagin. Leygardagin var hálvur salur og sunnudagin var ikki fullur salur.
Gohl síðstu ferð
Eisini er hann heldur vónbrotin av, at hvørki útvarp ella sjónvarp gjørdu burturúr.
- Hetta var seinasta almenna framførsla hjá dirigentinum, Villy Gohl. Hann hevur lagt frá sær, men hetta var vælvild ímóti okkum, sigur Ólavur Hátún.
Hann sigur, at tey nú stevna ímóti Atlantstónum 2 í summar, har tey koma at hava eitt kór upp á eini 200 fólk við luttøku úr USA og aðrastaðni. Tiltakið verður í samstarvi við Summartónar.