Væla útgangsstøði til heimadystirnar

Tveir dystir vórðu í gjárkvøldið spældir í Champions League. Komið er til fjórðingsfinalurnar í glæsuligu kappingini, og sigast má at útiliðini gjørdu bart

Tveir dystir vórðu spældir í fjórðingsfinalunum í Champions League í gjárkvøldið, og talan var um dystir í Gelsenkirschen í Týsklandi, har FC Barcelona vitjaði Schalke 04, og hin dysturin var spældur í italska høvuðsstaðnum Rom, har Manchester United vitjaði AS Roma. Í báðum førum varð talan um týdningarmiklar sigrar til útiliðini.


Favorittarnar vunnu

Undan kappingarárinum vórðu FC Barcelona, av mongum, kosnir favorittar til bæði spanska meistaraheitið, og at vinna Champions League. Hetta serliga eftir at franski áloyparin Thierry Henry var komin til Katalonska stórfelagið frá Arsenal. Tað var eisini júst sami Henry, ið átti næstseinasta fótin á bóltinum, tá blaðungi Bojan Krkic skoraði, og sendi Katalonar í sigursróm. Ein framúrskarandi avlevering frá imponerandi Iniesta kom innum Schalke verjuna, har Henry fyrst avsluttaði tamt, og fekk so skumpað bóltin framvið mállinjuni, til Bojan við aftastu stong. Har svíkur evnaríki áloyparin vanliga ikki, og tað gjørdi hann ei heldur í gjárkvøldið.

Bert 12 minuttir vóru tá spældir, og hóast Barcelona royndi at sløkkja og stongja, gekk striltið. Í staðin, sum dysturin leið, kom týska heimaliðið alt meira inn í dystin, og byrjaði at vísa tenn. Hóast fleiri sera naksar royndir bæði í fyrsta, og so sannuliga eisini í næsta hálvleiki, so eydnaðist ikki Schalke at fáa javnandi málið, og vann Barcelona tískil, týdningarmikla fyrsta dystin á útivølli. Útgangsstøði katalonmanna er nú heilt gott, og eru teir at meta sum stórfavorittar til returdystin á Camp Nou leikvøllinum í Spania, í næstu viku.


Ronaldo vann í Rom

AS Roma megnaði leingi at halda Manchester United frá stóru málmøguleikunum, og hótti við at vinna yvirtakið á miðvøllinum, tá United, tað einu løtuna virkaðu heldur tunnir, men júst sum yvirtakið skuldi geva avkast, fekk Cristiano Ronaldo hol á tøttu Roma-verjuna, tá ið hann skallaði bóltin í netið til 1-0 í 39. minutti.

Eftir hálvleikin trýsti Roma nógv, og vóru heilt nær við, men væntandi neyvleiki, og kanska dirvi og áræði, høvdu við sær, at United helt tørn, og um miðjan seinna hálvleik fingu teir eitt skjótt mótálop, sum endaði við, at Wayne Rooney slapp at standa leysur við aftastu stong, eftir innlegg úr høgru, og frá tveimum metrum var lætt hjá honum at beina bóltin í málið, og harvið geva United eitt ótrúliga gott útgangsstøði til seinna dystin á Old Trafford í næstu viku. United vann 2-0 og mugu sigast at vera favorittar til at koma víðari í stórslignu Champions League kappingini.



Í boks:


Í kvøld vera hinar báðar fjórðingsfinalurnar, og tær eru:


Fenerbahçe - Chelsea

Arsenal - Liverpool