Væleydnað mentaløta í Miðvági

Hóast áhoyrarafjøldin ikki var so stór, sum ynskiligt hevði verið, so eydnaðist mentaløtan á summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum framúr væl

Eins og tey bæði undanfarnu árini skipaði Javnaðarflokkurin aftur í ár fyri summarstevnu.

Undirtøkan undanfarnu árini hevur sagt floksleiðsluni, at tørvur er á einum slíkum tiltaki, og tiltakið hetta júst farna vikuskiftið staðfesti, at tiltakið er komið fyri at vera.

Tað sermerkta við summarstevnuni fram um aðrar stevnur er, at tiltakið er skipað í tveimum. Ein partur sum er ein almenn mentaløta, og ein annar partur, sum meira snýr seg um politikk.

Í ár var stevnan í Miðvági, og var tað skúlin, sum var karmur um mentaløtuna. Ætlanin var at skúlin eisini skuldi verða karmur um politiska partin sum verða skuldi leygardagin, men í góðveðrinum fingu sjálvt tey við stórsta politiska áhuga útlongsul, og dagurin var tí fluttur út í náttúruna við vatnið.


Fjølbroytt mentatiltak

Sum nevnt so byrjaði summarstevnan við mentakvøldinum, sum var fríggjakvøldið.

Fyrireikararnir høvdu sett eitt sera fjølbroytt tiltak saman við bæði tónleiki og upplestri.

Hóast tiltakið var alment, so var áhoyrarafjøldin kortini avmarkað.

Bert fjøruti fólk høvdu leitað sær í skúlan í bygdini, og orsøkin kann vera ein blandingur av tí framúr góða summarveðrinum sum legði seg um landið um vikuskiftið, og so tann veruleiki, at fólk hava trúð at mentakvøldið bert var fyri skrásett javnaðarfólk. Soleiðis er tað ikki. Mentakvøldið er alment, og har verður einki gjørt burturúr politikki.

Eftir at Jóannes Eidesgaard floksformaður hevði boðið gestum og teimum, sum skuldu framføra at vera vælkomin, spældu fýra hornblásarar úr Vágum.

Stefan Simonsen, Helga Mouritsen, Janett Mouritsen og Finnur Joensen spældu lættan og góðan horntónleik, og tað var ein sera góð byrjan á stevnuni.


Fjallboð í Nýpuni

Næsti parturin av mentatiltakinum var, at Gutti Petersen fór at lesa yrkingar.

Gutti er framúr góður upplesari og dugir serstakliga væl at tulka yrkingar. Henda dagin hevði hann valt sær yrkingar eftir Jóannes Nielsen og Mikkjal á Ryggi.

Hesum kom hann stak væl frá. Seinni kom Gutti uppaftur á pallin, hesaferð at lesa brot úr stóru rúgvuni, sum liggur eftir stóra háskúlamannin Rasmus Rasmussen.

Gutti valdi at lesa úr bókini »Sær er siður á landi«, og til dagin hevði hann valt at lesa partin, sum Rasmuss nevnir »Fjallboð í Nýpuni«. Her kann leggjast afturat, at bygdarmaður Rasmussar, D. P. Danielsen skrivar, at júst fjalldagurin og løtan frammanundan í urtagarðinum var við til at leggja grundina undir tað ómetaliga stóra arbeiði, sum Rasmus fekk frá hondini.


Ferðabúgvið kór

Eisini Vágakórið var við til mentaløtuna.

Kórið, sum er sera væl umtókt, fer til Íslands í summar og skráin hetta kvøldið var ein partur av tí, sum kórið fer at framføra á ferðini.

Tey framførdu nakrar føroyskar summarsangir - væl valt høvi, má sigast - og tveir íslendskar sangir eisini.

Sum nevnt hugtekur kórið altíð tá tað framførir, og framførslan fríggjakvøldið var einki undantak í so máta.


Hugleiðingar um

sjálvstýrisamgonguna

Í 1964 skrivaði Jona Henriksen nakrar hugleiðingar ella dreymar um hvussu úrslitið av politikkinum hjá táverandi sjálvstýrissamgongu fór at vera.

Úrslitið var ein skemtilig søga, sum kanska er serliga stuttlig í hesum tíðum, tá vit enn einaferð hava eina sjálvstýrissamgongu sitandi.

Jona dugir væl at siga frá, og fríggjakvøldið vísti hon, at hon eisini eigur gávur sum høvundi.


Kamartrio

og Ravnsfjall

Tað er sagt frammanfyri, at horntónleikur og kórtónleikur var á skránni, men hetta var ikki alt.

Fyrireikarunum hevði eydnast at fáa Tórshavnar Kamartrio at spæla, og tey trý Berghild, Árni og Bjarni komu sera væl frá fram-førslu síni.

Mentakvøldið endaði við, at Sámal Ravnsfjall framførdi nakrar sangir.

Sámal er tónleikari og dugir einastandandi væl at framføra »bluessangir«. Eisini dámar honum væl at gera sangir sjálvur, og ofta er úrslitið speirekandi, tó uttan at vera siktað eftir ávísum persóni. Samstundis er hann ikki smæðin fyri at gera gjøldur við sær sjálvum, og tað er ein góður eginleiki at eiga.

Samanumtikið má sigast, at tiltakið var sera væleydnað hóast avmarkaðu undirtøkuna frá áhoyrarunum, men hava vit veðrið í huga, so er kanska ikki so nógv at siga til, at fólk valdi at verað í urtagarðinum ella har um vegir, heldur enn at seta seg inn í skúlan at lurta.

Men næsta ár verður aftur høvi.