Væleydnaður Bachfagnaður

Í døgunum 25. og 26. juli varð skipað fyri tónleikafagnaði í Vági og tað var Bach, ið stóð á skránni. Tiltakið eydnaðist væl og Klaus Telling, fyrireikari, vísir ikki aftur, at talan kann vera um líknandi tiltøk í framtíðini. Ætlanir eru longu um ymisk tónleiktiløk í heyst

Bachfestivalurin, sum var í kirkjuni í Vági fyri ólavsøku, var ein roynd. Og royndin eydnaðist væl, sigur Klaus Telling, stigtakari.
Klaus telling er tónleikari. Kona hansara, Marianne Telling, er prestur í Vági og Klaus starvast sum urguleikari, mentanarmedarbeiðari og tónleikalærari. Hjúnini og trý børn teirra komu til Føroya fyri lítlum ári síðani.
Ein Vinmaður Claus úr tónleikaumhvørvinum í Keypmannahavn, Søren Johannsen , er vanur at loysa av sum urguleikari í Havnar kirkju. Tá Klaus frætti, at Søren var ávegis til Føroya, stakk hugskotið um eitt samstarv seg upp. Og Bachfagnaðurin sá dagsins ljós. Við sær hevði Søren danskar tónleikarar. Eisini føroyskir leikarar vóru við. Søren Johannsen er annars kendur úr metbókum, tí hann hevur spælt allar urgukonsertirnar hjá Bach út í eitt.

Væl eydnað
Suðuroyar Sparikassi og Vágs Kommuna stuðalu tiltakinum. Og hóast neyðugt var hjá tónleikarunum at spýta í sjálvir, fyri at fáa tiltakið til veruleika, so eru teir í dag væl nøgdir.
- Tað eydnaðist væl. Serliga kona mín, Marianne, gjørdi eitt stórt arbeiði hesar dagarnar, sigur ein væl nøgdur fyrireikari.
- Roknað var ikki við tí heilt stóra og tað er eini ein framíhjárættur at sleppa at leika Bach, hóast tað er krevjandi. Tað krevur sítt, t.d. fleiri tónleikarar og harvið fígging. Hetta er serstakur tónleikur, sigur Klaus Telling.
- Tónleikur er mest skrivaður sum cafétónleikur til undirhalds. Men tó er hann kirkjukendur, sigur Klaus Telling.
Konsertir vóru um dagin og á kvøldi. Um dagin vóru ikki so nógvir áhoyrarar, men til kvøldkonsertirnar vóru eini 80 fólk, sum má metast at vera nógv.
- Tað riggaði væl og fólk vóru væl nøgd, so væl, at vit kundu helst hildið á at leikt, og ikki givist, skemtar Klaus, ið fegnast um góðu undirtøkuna.
Ætlandi skuldi Kirkjukórið Ljómur taka lut, men kórið var í útlondum á sangferð.
- Hetta er eitt slag av pionerarbeiði. Kanksa royna vit aftur. Og tá verða vit kanska betur fyri og ávegis nakkað fyrri og møguliga ber eisini til at ferðast við slíkum tiltaki, sigur Klaus Telling.

Onnur tiltøk
Ætlanir eru tó um mong tónleikatiltøk seinni í ár. Eitt teirra er, at Ljómur syngur eina kantatu efftir Bach. Men verður líknandi tiltak aftur, sum Bachfagnaðurin, so skal Ljómur luttaka, sigur ein væl nøgdúr Klaus Telling.
Í næstum hevur hann ætlanir um eitt kvøld í Stóra Poakkhúsi í Vági. Talan verður um solokonsert, har Chopin stendur á skránni. Pakkhúsið hevur fingið stásiligt klaver, ið stendur mát við tað ið krevst til konsertir á høgum støði, so tað er gaman í at skipa fyri tónleikatiltøkum har.
Konsertin við tónleiki eftir Chopin verður ætlandi seinni í august.