Fótbóltsprát
Andrew segði eftir dystin, at fleiri av leikarunum høvdu ringt við at standa á beininum, og tá ið tú royndi at temja bóltin, hoppaði hann burtur frá tær, tí vøllurin var so ójavnur. Føroyski landsliðsframherjin skoytti tó uppí, at tað var tó líka fyri báðar partar. Júst vánaligi vøllurin helt Andrew verða eina orsøk til, at føroyska liðið ongantíð fekk glið á spælið hjá sær.
Tú hevði ein rættuliga stóran møguleika, hvussu kom hann?
- Rógvi snittaði bóltin, sum so mangan fyrr, og eg komi at standa leysur og skal skjóta í mál. Eg raki hann eisini væl, men málverjin bjargar, og hann kemur beint aftur til mín. Tá skal eg eisini bara seta innarsíðuna á, men endi á øllum fýra, tí eg glíði, greiddi Andrew frá.
Hvat helt tú annars um dystin, vóru ísraelarnir nógv betur enn tit?
- Ja, sjálvandi eru teir betur enn vit, men eg haldi ikki, at tað var so stórur munur á liðunum. Teir fáa nøkur bílig mál, men teir hava eisini onkrar aðrar møguleikar. Jákup stóð tó enn einaferð ein góðan dyst, helt Andrew av Fløtum.
Føroyski landsliðsframherjin segði eftir dystin, at hann er farin at leingjast eftir einum góðum úrsliti, og at tað er eitt sindur frustrerandi, at liðið ikki fær meiri burtur úr, tá ið dystast verður við tjóðir so sum Kypros.
Mikukvøldið byrjaði Andrew av Fløtum á beinkinum, og hann viðgekk, at hann var vónbrotin um avgerð venjarans.
- Tað er ongantíð stuttligt at verða koyrdur út á beikinum. Eg kann tó góðtaka tað, um eg fái eina góða grundgeving frá venjaranum, og tað fekk eg í hesum førinum, segði Andrew av Fløtum.