Vælmøtt til móttøku í Oyndarfirði

Høvundurin, Freydis Poulsen, signeraði og seldi bøkur við móttøku í Oyndarfirði

Móttøka

Leygardagin, 11. desember, var móttøka kjallaranum hjá Eivindi Petersen, sum hevur handil í Oyndarfirði.
Skipað varð fyri móttøkuni í sambandi við útgávuna av bókini, "Úr Oyndarfjarðar søgu", sum høvundurin, Freydis Poulsen, hevur skrivað.
Freydis býr í Klaksvík. Mamman var úr Oyndarfirði og pápin úr Svínáum.
Nógv fólk var til móttøkuna, bæði fólk, sum búgva í Oyndarfirði og fólk við tilknýti til bygdina.

Freydis signeraði

Tað var borgarstjórin í Oyndarfirði, Árni Joensen, sum beyð vælkomin, høvdurin segði nøkur orð, og tað gjørdi Kári P. Højgaard, býráðslimur í Runavíkar kommunu, eisini.
Systir Freydis, Lydia, segði eisini nøkur orð við móttøkuna.
Nakrar gentur spældu á horn, og hetta var tilsamans ein ógvuliga hugnalig løta í Oyndarfirði, har fólk eisini fingu kaffi og køkur.
Við móttøkuna signeraði Freydis Poulsen bókina, og fólk høvdu høvi at keypa sær "Úr Oyndarfjarðar søgu", heim við.

Eitt dygdararbeiði

Justinus L. Eidesgaard, sum júst hevur givið út bókina um "Kaj", var eisini við til móttøkuna í Oyndarfirði.
Hann sigur, at hetta var ein ógvuliga hugnalig løta, men hann hefti seg við, at eingin fjølmiðil var til tiltakið.
- Tað vísir seg bara, at skal mentan sleppa fram at í fjølmiðlunum, skal hendan helst hava eitt ella annað við høvuðsstaðin at gera, og tað er harmiligt.
Justinus sigur, at bókin, "Úr Oyndarfjarðar søgu", er eitt megnar arbeiði og eitt frálíkt verk.
- Seinastu næturnar havi eg lisið í bólkini. Hetta eru í flestu førum søgur, sum eg áður havi hoyrt, men her hevur so Freydis megnað at savnað tær í frálíkari bók ? og við góðum og forvitnisligum myndum, sigur hann.
"Úr Oyndarfjarðar søgu" telir einar 360 blaðsíður og kostar 300 krónur.


Myndatekstir: