Vóna at síggja føroyskar svimjarar á Jersey

Svimjararnir hjá Jersey, sum hava kappast hart við føroysku svimjararnar, um at gerast tann besta svimjitjóðin á oyggjaleikunum, vóna at síggja teir føroysku svimjararnar á Jersey í 2015. Svimjileiðarin á Jersey, Paul du Feu kann tó ikki lova tær allarbestu umstøðurnar

Heri Simonsen
---
Spurdur um hvussu nógv hann saknar teir føroysku svimjararnar á oyggjaleikunum, er svimjileiðarin Paul du Feu púra ærligur. Hann saknar tað hørðu, men kortini vinarligu kappingina, sum hevur verið millum Føroyar og Jersey teir undanfarnu oyggjarleikirnar. – Sjálvandi vil ein sleppa at síggja teir bestu svimjararnar til eina kapping, tað kann bara lyfta kappingina upp, at svimjarar, sum eru so víðagitnir, sum Pál Joensen møta upp til eina kapping. – Ein eigur ikki at spyrja, hvat ger ein slíkur stórur svimjari? Ein skal heldur fegnast, og verða glaður um, at so stórir svimjarar møta upp til oyggjaleikirnar, undirstrikar Paul du Feu.
Góð kapping á Bermuda
Paul du Feu undirstrikar tó, at sjálvt um Føroyar ikki senda nakran svimjara til oyggjaleikirnar hesaferð, so gjørdist talan um eina góða svimjikapping, har svimjarar bæði megnaðu at seta oyggjaleikamet, og persónlig met. – Tykkara svimjarar høvdu veruliga notið at verið her. Støðið hevur verið høgt. Tað hevur verið øðrvísi hjá svimjarunum at svomið í einum uttandura hyli. Vit hava gjørt okkara ítarsta fyri at halda svimjararnar frá sólini, so tey ikki verða skoldaði, men tað hevur víst seg, at tey hava verið einastandandi væl fyri í hylinum. Tykkara avboð hevur so givið øðrum oyggjum møguleikan at vinna gull, silvur og bronsuheiðursmerki, og tað kunnu teir svimjararnir so fegnast um, men tað hevði verið stuttligari at havt tykkum her, undirstrikar Paul du Feu.
Ikki bestu umstøður á Jersey
Paul du Feu kann kanska freista føroyska svimjisambandið við einari harðari kapping á oyggjaleikunum á Jersey í 2015, men hann kann ikki freista við góðum umstøðum. – Vit hava ein 25 meturs hyl við átta geilum, men tíverri so hava vit bara pláss fyri 120 áskoðarum, sum sjálvandi er ógvuliga harmiligt, tá ein hugsar um hvussu stórur áhugin er fyri svimjing, viðgongur Paul du Feu sáttliga. Tað ljóðar heldur ikki á jerseybúgvanum, at venjingarumstøðurnar millum kappingarnar í svimjihøllini á oyggjaleikunum á Jersey eru meir enn næstbest.
Stórskíggja í býnum
Paul du Feu vónar, at Jersey kann ordna tað soleiðis, at fólk kunnu fylgja svimjikappingunum á oyggjaleikunum í 2015 á stórskíggjum inn í býunum. So fólk kunnu møtast á ávísum støðum og fylgja kappingunum. Paul du Feu metir, at hetta er tann frægasta loysnin fyri øll tey, sum hava áhuga í svimjing, tá teir bert hava pláss fyri 120 áskoðarum í sjálvari svimjihøllini.
Vónríkur um Føroyar
Kortini er Paul du Feu vónríkur um, at Føroyar hevur nakrar svimjarar við til teir komandi oyggjaleikirnar. Hann sigur seg skilja, at tríggir ella fýra teir fremstu føroysku svimjararnir ikki verða við, men hann vónar at síggja føroyskar svimjarar, ikki minst okkara kvinnuligu svimjarar, sum altíð eru góðar hjá kvinnuligu svimjarunum hjá Jersey at sammeta seg við. Komandi oyggjaleikirnir verða hildnir ta seinastu vikuna í juni í 2015. Sjáldan hava oyggjaleikirnir verið hildnir so seint á sumri, sum hesaferð á Bermuda, og møguliga kann tíðarmálið fyri leikirnar í 2015 verða meira høggligt fyri teir føroysku svimjararnar. Í Jersey liva tey í vónini at uppliva kapping við føroyskar svimjarar aftur.