Vánalig floglíkindi: 500 fólk strandað

Vánalig floglíkindi í Vágum gera, at flogferðslan er nógv tarnað í dag. Tjúkkur mjørki liggur yvir flogvøllinum, og tí fáa at kalla eingi flogfør sett seg, uttan tá onkur lítil glotti er.

Eitt flogfar fór úr Vágum í morgun til Aalborg kl. 7.32, meðan eitt annað flogfar fór kl. 9.32 við kós móti Keflavik og víðari til Bermuda við Oyggjaleikafólkum Føroya. Onnur flogfør eru eisini farin í dag. Trupulleikin er hinvegin, at flogførini fáa ikki sett seg í Vágum.

Bert tvey flogfør hava sett seg í dag. Fýra komur eru avlýstar og hinar eru avlýstar.

Rasmus Niclasen, flogvallarovasti, segði við Kringvarpið í kvøld, at tilsaman eru eini 500 fólk strandað, orsakað av seinkingunum í flogferðsluni. Samstundis segði hann, at floglíkindini ikki eru góð.

Ikki fyrr enn í annaðkvøld skiftur ættin. Tá skuldi mjørkin lætt sær á, so skuldi møguleiki verið at fingið glið á flogferðsluna aftur.

Inntil víðari eru nógvar seinkingar í flogferðsluni, og fólk verða biðin at halda seg kunnaði á heimasíðnuni hjá Atlantsflogi, www.atlantic.fo.