Vánalig málveitsla

Fyrstu 45 minuttirnir vóru hendingaríkir við fimm málum. Í teimum seinastu 45 minuttunum hendi rætt og slætt einki, og samanumtikið var talan um ein vánaligan dyst merktan av mistøkum og tilvildum

FÓTBÓLTUR

 

Nógv mál plaga at vera garanti fyri undirhaldi. Í Sarpugerði sunnudagin vóru sanniliga nógv mál, men – tíverri – einki undirhald. Dysturin var snøgt sagt vánaligur. Einki spæl, nógv kloddarí, persónlig mistøk og tilfeldigheitir. At GÍ fekk trý mál og B71 tvey sigur ikki nógv um dystin, og fyri tað kundi B71 vunnið. Tað einasta GÍ prógvaði, at teir dugdu betur enn uppflytararnir, var at gagnnýta deyðbóltar.

 

Avgjørdu við deyðbóltum

Fyrsta málið hjá GÍ skeyt Símun Louis Jacobsen. Talan var um frálíkt langskot úr stívliga 20 metrum, eftir at eitt frísparksinnlegg varð ruddað burtur. Næsta málið kom eftir brotsspark, framt móti Hans Paula Petersen og sett inn av Sverra Jacobsen. Triðja málið byrjaði við innkasti, sum Hans Pauli Petersen tveitti niðan móti hornaflagginum. Hann fekk bóltin aftur, og so sendi Hans Pauli ein høgan bólt inn í brotsteigin, har Símun Louis Jacobsen við høvdinum beindi bóltin í netið, eftir at málverji og verjuleikari rendu saman.

Hvørja ferð GÍ skoraði, løgdu teir seg á odda. Fyrst til 1-0. So til 2-1 og síðst til 3-2. B71 megnaði sostatt at koma aftur í aftur tvær ferðir. Fyrst var Símin Hansen sum javnaði við fínum skoti til vinstru fyri nokkso passiva Geza Turi í málinum. Tað sama kann ikki sigast um Símun Rógva Hansen í hinum endanum, tí tað var longum útsparki frá honum, at álopið byrjaði.

Næsta málið áttu teir báðir menninir við eftirnavninum Soares. Wellington legði ein fínan bólt inn um verjuna og sendi Clayton avstað, sum hart pressaður av Niclas Niclasen megnaði at útplasera málverjan við fløtum skoti móti handaru stong.

Fyrri hálvleikur var rættiliga opin, og við Clayton Soares hevði B71 tveir fínar møguleikar at fáa okkurt máli aftrat, men tað fingu teir ikki.

 

Nærkast HB

Tískil vann GÍ 3-2 á B71. Sigurin hjá teimum merkir ikki bara, at trý stig aftrat komu á kontoina. Hann merkir eisini, at GÍ er ósigrað fimm dystir á rað. Hetta sæst eisini aftur á stigatalvuni, tí spakuliga ota gøtumenn seg longur og longur fram. Næsta liðið frammanfyri teir eitur HB. Hesir taptu móti NSÍ leygardagin, og tað passaði GÍ fínt, tí nú teir vunnu er tað bara eitt stig, sum skilir hesi bæði liðini.

Eftir sigurin móti HB hava sandoyingar flogið høgt í nakrar dagar, men nú er B71 komið niðuraftur á jørðina. Dysturin sigur ikki lítið um liðið úr Sandoynni, tí sum stigatalvan eisini vísir, so er talan um eitt ógvuliga svingandi lið. Fýra sigrar, tríggjar javnleikir og fimm tap er tað blivið til higartil, og munurin millum avrikið í gjár og tað farna sunnudag, var rættiliga stórur.

Hjá teimum er tapið ein herskin biti av svølgja, men ein uggi er tað, at nærmasti kappingarneytin á stigatalvuni, Skála, ikki megnaði meiri enn at fáa javnleik móti VB/Sumba.