Vánaligar nevndir

Partafelagsnevndirnar í Noregi eru ikki nóg góðar, sigur Bjørn Espen Eckbo, professari í búskapi. Hetta skrivar heimasíðan hjá Business-Line.
Hann sigur, at tað er týdningarmikið, at nevndarlimirnir stilla kritiskar spurningar, og at ein fortreyt fyri hesum er førleiki innan roknskap og fíggjarstýring.Men hesa vitan hava norskir partafelagsnevndarlimir eftir øllum at døma ikki. Bjørn Espen Eckbo sigur, at leiðslan í einum felag hevur ov stóra ávirkan á nevndarvalið. Heimasíðan hjá Business-Line skrivar, at núverandi limir hava tørv á eini heilt aðrari vitan, nevniliga vitan innan roknskap og fíggjarstýring. Tískil er stórur partur av nevndararbeiðnum til onkis, sigur Bjørn Espen Eckbo, professari í búskapi.