Vánaligasta vár á Norðhavinum í 30 ár

- Eg trúgvi, at tað er liðugt við snelluni norðan fyri í vár, sigur Johan K. Joensen hjá Hans Egili & Synum.

 

 

Nú vit eru farin um hálvan apríl, er vanliga vártíðin við snellu á Norðhavinum liðug, og menn lata ógvuliga illa at, hvussu várið hevur roynst. Ein av teimum, sum seinastu 30 árini hevur fylgt gongdini, er Johan K. Joensen, stjóri hjá Hans Egili & Synum. Familjufyritøkan hevur nevniliga landað bátarnar á Eiði, síðan Fiskamarknaður Føroya varð stovnaður í 1993. 

- Tað hevur viðrað illa norðan fyri, nú vit hava havt so nógva høgætt; her hava verið lutfalsliga fáir dagar á útróðri, og fiskiskapurin við snellu hevur sum heild verið vánaligur. Eingin roynd var við snellu í páskavikuni, og í tíðini eftir páskir legðist hann aftur við høgætt. 

Johan K. Joensen vísir á, at nú eru flestu snellubátar givnir. Tveir vóru úti mikudagin, men í gjár var eingin bátur úti, og tað er eingin fiskiskapur at snakka um. Hann heldur tískil, at nú er liðugt við snelluni á Norðhavinum í hesum umfari. Tað eru skjótt 30 ár síðan, at Hans Egil & Synir byrjaðu at landa útróðrarbátarnar á Eiði.

- Tað hevur verið ymiskt, hvussu várróðurin hevur eydnast. 2019 var eitt sera gott ár, men í fjør hildu flestu bátar uppat, tá korona fór at gera um seg. Vártíðin í fjør royndist heldur ikki til veður.

Samanumtikið heldur Johan K. Joensen, at várið hesaferð hevur roynst serstakliga vánaligt hjá snellubátunum og soleiðis, sum hann hevur skilt, hevur heldur eingin nevniverdur snellufiskiskapur verið vestan fyri, sum tað onkuntíð plagdi at vera, tá várið fór at halla.

Johan K. Joensen vísir á, at vártíðin í 2019 byrjaði heilt tíðliga, tá bátar lógu í nógvum torrafiski tætt undir landi norðanfyri. Eisini, tá fiskurin tók seg upp nakað úr landi, gjørdu bátar heilt góðar dagar. - Minnist eg rætt, fekk ein snellubátur í februar mánaði í 2019 heili 15 tons í einar 12-13 dagar. 

VikuskiftisSosialurin, sum er komin í blaðsølurnar í dag, hevur skift orð við mannin, sum hevur fylgt gongdini við snellufiskiskapi í vártíðini norðan fyri seinastu 30 árini. Hann hevur eisini fylgt væl við, hvussu gingist hevur hjá útróðrarbátunum, sum royna við línu norðanfyri, og hjá teimum hevur várið higartil eydnast munandi betur enn hjá snellubátunum.