Vánaligt úrslit

- Kanska er hetta tað, man kann vænta móti so góðum liðum, segði fysiski venjarin eftir tapið

Fysiski venjarin hjá landsliðnum, Magni Mohr, var vónbrotin eftir dystin leygardagin.

- Eg haldi at tað var eitt ótrúliga vánaligt úrslit. Kanska er hetta tað, man kann vænta móti so góðum liðum, og vit raktu als ikki dagin. Tá skal so lítið til, áðrenn tað gongur galið, segði hann.

- Tað eru nógv ting ið eru við til at avgera ein fótbóltsdyst, og er tað trupult at seta fokus á ein part av tí. Tá kappingin landskappingin er av í Føroyum, er tað meiningin at fáa feedback frá feløgunum, og úrslitini av fysisku testunum vera kunngjørd tá. Harfrá mugu vit arbeiða víðari og so fáa vit at síggja, sigur hann.