FERÐAVINNA
Sambært íslendska Ferðaráðnum grunda millum átta og níggju hundrað fyritøkur í Íslandi virksemi sítt á ferðavinnuna. Nógv tær flestu fyritøkurnar eru bundnar av einari fyritøku, nevniliga Flugleiðir ella Icelandair, sum er bretsk fyritøka. Hendan fyritøkan er sostatt mátturin aftanfyri hálvfems prosent av øllum tí ymiska ferðavinnuvirkseminum, sum er kring Ísland. Men Flugleiðir hevur havt eitt stórt undirskot seinastu árini, og síðsta hálva árið hevur fyritøkan mist umleið 1.600 milliónur íslendskar krónur. Seinasta tvey og eitt hálva árið er missurin tvær og ein hálv milliard íslendskar krónur. Trupulleikarnir í fyritøkuni merkja, at neyðugt verður at skerja. Tað merkir eitt nú, at færri flogfør fara at flúgva millum Ísland og onnur lond, leiðir millum Ísland og onnur lond verða lagdar niður, og flestu av hinum leiðunum verða skerdar munandi.