Vánaligt summar í Svøríki

Summarið, sum nú er farið at halla av álvara, hevur verið tað ringasta í Svøríki tey seinastu 12 árini. Tað sigur svenska veðurstovan í einari uppgerð.

Veðurstovan sigur, at tað vóru ongantíð nógvir sólskinsdagar á rað, og at næstan allar hitabrýrnar, sum komu norðureftir, fóru fram við svenskum øki, og at tær ofta fóru tætt framvið.

Men tað er ikki bara vantandi sól ella vantandi hiti, sum fær sviar at minnast hetta summarið, tí tað var eisini óvanliga vátt. Fleiri ferðir var vatnflóð, serliga har norðuri og har eysturi í landinum.

Sambært veðurstovuni hava fólk í Stockholm og Linköping ikki havt so vátt summar síðani 1960.