Vónar at Kaj Leo fær frið at arbeiða

Fráfarna forkvinnan í Sambandsflokkinum heldur at flokkurin eigur ein góðan formann í Kaj Leo Johannesen.

Upprunaliga ætlaði Lisbeth L. Petersen at leggja frá sær sum formaður í Sambandsflokkinum á landsfundi floksins komandi vikuskifti. Hon metti seg ikki fáa nóg góða undirtøku innanfloks.
- Har vóru ávísir trupulleikar við baklandinum, sigur Lisbeth L. Petersen, ið annars ikki hevur hug at gera stórvegis viðmerkingar til tað málið.
Men valósigurin 20. januar skundaði undir avgerðina um at leggja frá sær, og Lisbeth L. Petersen segði seg frá sum forkvinnu dagin eftir.
Fráfarna forkvinnan metir, at Sambandsflokkurin eigur ein góðan formann í Kaj Leo Johannesen. Tó kundi hon hugsað sær, at hann hevði havt betri tíð at arbeitt í flokkinum, áðrenn hann kom upp á ovastu rók.
- Talan er um eitt sera krevjandi starv. Tað merkti eg væl, hóast eg hevði drúgvar royndir frá floksarbeiði, áðrenn eg tók við sum formaður, sigur Lisbeth L. Petersen.
Eftir stríðið innanfloks í seinastuni vónar Lisbeth L. Petersen, at nýggi formaðurin fær frið at arbeiða.
Spurt, hvørt ósemjan hevur skatt flokkin, sigur Lisbeth L. Petersen, at tað er trupult at svara uppá. Men ósemjan í nítiárunum, ið millum annað snúði seg um formanssessin, skaddi flokkin tá, vísir hon á.
- Tað hevur stóran týdning, at trúvirði er um flokkin. Og í eini ósemju kann vera trupult at fáa eyga á trúvirði, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon leggur afturat, at nýggi formaðurin altíð er væl komin at fáa góð ráð frá sær.