Vónar fólkið stuðlar landsliðnum í Nations League

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Jákup Ósá umrøða landsliðsúttøkuna og komandi Nations League kappingina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av samrøðuni Tróndur Arge hevði við Jákup Ósá, ítróttarskrivara hjá bolt.fo og nordlysid.fo á FM1 í beinleiðis sending hjá FM1 úr Klaksvík ígjár. 

 

Í hesum partinum umrøða Tróndur Arge og Jákup Ósá landsliðshópin, ið er tikin út til Nations League dystirnar ímóti Malta á heimavølli 7. september og Kosovo á útivølli 10. september.

 

Jákup Ósá vónar, at føroyingar fara at møta upp og stuðla landsliðnum í hesari kappingini, tí hetta er frægasti møguleiki nakrantíð sum vit hava havt at vinna okkum í eitt EM-endaspæl, um enn vegurin er langur at røkka tí málinum. 

 

HERber til at hoyra partin av samrøðuna, har Tróndur Arge og Jákup Ósá umrøddu finaluna um løgmanssteypið.