Í løtuni hava teir eini hús, norðan fyri Havsbrún, sum teir gera nótirnar í, men har er ikki nóg gott pláss til hesar stóru nótirnar, sum bátarnir skulu hava í dag. Eisini er tað ein trupuleiki, at teir í løtuni hava ov lítið goymslupláss, men tað verður betri, eftir at tann nýggji bygningurin er tikin í brúk.
Tann nýggi bygningurin verður bygdur uppí hjá trolvirkinum, og er rættiliga stórur. Teir eru komnir eitt sindur áleiðis við honum, og ein partur av útsíðuni er gjørdur. Útsíðan hellir, við vilja, fyri at fáa bygningin til at síggja eitt sindur lægri út. Saman við tí myrka litinum, siga teir, sum hava skil fyri tí, at bygningurin fer at síggja lægri út, enn hann í veruleikanum er.
John Poulsen sigur eisini, at í løtuni liggja nótirnar úti og rekast ymsastaðni, tí tað er einki rættiligt pláss at goyma tær í, og tað er ikki so gott.
? Tann nýggi bygningurin verður innrættaður soleiðis, at kjallarin kemur burturav at vera nýttur til at goyma nótir í. Miðhæddin verur gjørd til at framleiða tær í.
John Poulsen sigur fyri Sosialinum, at Vónin í fjør hevði ein umsetning uppá umleið 59 mió kr, men tað er eisini tað størsta árið, sum hevur verið. Tað arbeiða tilsamans umleið 70 fólk fyri Vónina, so tað er eitt rímiliga stórt arbeiðspláss.
? Hetta er eisini eitt alternativ til fiskivinnuna, tí hetta er ikki beinleiðis knýtt at fiskivinnuni í Føroyum. Vit hava ein ávísan útflutning at vísa á, og vit arbeiða við at fáa hann størri, enn tað, hann er í dag. Men tað krevur eitt sera stórt arbeiði, at útbyggja marknaðin, tí kappingin er hørð.
Høvusdeildin hjá trolvirkinum liggur í Fuglafirði, og teir hava eisini eina deild í Havnini, sum ger trol. Nótavirkið húsast í løtuni í bygninginum, sum stendur norðan fyri Havsbrún, og í seinastuni hava teir leigað seg inn í eina høll í Syðrugøtu, beint oman fyri Tøting, har teir gera nótirnar til alivinnuna.
? Alivinnan er eftirhondini blivin ein stór vinna fyri okkum, - sigur John Poulsen, - tí har hava vit alla servisuna til teir. Vit gera nótir, og Vónin hevur alla útgerðina, sum alivinnuni tørvar, sum til dømis fortoyningar og annað tílíkt, og so hava vit eisini eina stóra vaskimaskinu, sum er 23 kubikmetrar, sum er til at vaska alinótirnar í, so tá alararnir, av og á, skulu hava allan gróðurin vaskaðan av nótunum, senda teir tær til okkara til at reinsast, turkast, eftirhyggjast og impregnerast, so at tær vera minni móttakiligar fyri øllum gróðrinum, sum er í sjónum.
Tá nótavirkið flytir inn í tann nýggja bygningin, ætla vit at hava alt, sum hevur við alingina at gera, í bygninginum norðanfyri Havsbrún, - sigur John Poulsen at enda.