Fríggjadagin varð P/F Vónin, sum hevur høvuðsdeild í Fuglafirði, kosið Ársins Virki 2002. Árligi Vinnudagurin, har Vinnuhúsið velur ársins virki, hevur nú trý ár á baki, og ikki sørt av spenningi er, serliga millum vinnulívsfólk, um hvat virki fær henda heiður. - Eg má siga, at eg hevði ikki væntað, at vit fóru at fáa henda heiður í ár, serliga tá havt verður í huga, at nógvar aðrar fyritøkur eru sterkar og hava gott úrslit at vísa á, sigur Hjalmar Petersen, sum hevur verið stjóri á Vónini síðan 1.august í fjør. Hann er í dag stjóri saman við John Poulsen, sum hevur verið stjóri á virkinum seinastu mongu árini.
Hjalmar Petersen tekur fyrst og fremst heiðurin Ársins Virki 2002 sum eitt herðaklapp til Vónina og tey umleið 80 starvsfólkini á virkinum.
- Starvsfólkið er okkara størsta aktiv. Vit eru í eini vinnu, har neyðugt er við stórum fleksibiliteti, millum annað tí at skip koma inn við skrøddum troli ella nót, og skulu hava tað umvælt so skjótt sum gjørligt, ella at nýggir ordrar skulu leverast beinan vegin. Tað merkir ofta nógv yvirarbeiði og skeivar arbeiðstíðir, og her hava vit verið sera hepnir við okkara starvsfólki, sum hava verið lagalig móti virkinum, sigur Hjalmar Petersen.
Hørð kapping
Virksemið hjá P/F Vónini byrjaði í 1969, tá felagið keypti ein trolara av sama navni. Tvey ár seinni, í 1971, fóru teir undir at umvæla og framleiða trol, og seks ár seinni bygdi Vónin sín fyrsta virkisbygning í Fuglafirði. Síðan er virksemið hjá fyritøkuni vaksið nógv, og Vónin hevur í dag deildir í Fuglafirði, í Havn og í Grønlandi, umframt goymslur í Miðvági og í New Foundlandi. Høvuðsdeildin í Fuglafirði framleiðir flestu trol, nótir og alinótir, meðan deildin í Havn í høvuðsheitum tekur sær av rækju- og botntrolunum. Eisini fevnir stórur partur av virkseminum hjá Vónini um umvælingararbeiði av troli, nótum og alinótum. Í januar í ár keypti Vónin trolvirkið Qalut í Nuuk, og teir átta menninir á virkinum í Grønlandi framleiða fyri tað mesta rækjutrol til grønlendsk skip. Harumframt hevur Vónin í fleiri ár havt goymslu í Miðvági og í Bay Roberts í New Foundlandi.
Hjalmar Petersen sigur, at kappingin er so hørð, at Vónin noyðist at økja sítt virksemi fyri at standa seg í kappingini. Vónin kappast í dag serliga við virki í Íslandi, Norra og Danmark, og kappingin fer fram, bæði innanfyri og uttanfyri landoddarnar.
- Kappingin er sera hørð, ikki bara á útlendska marknaðinum, men eisini á heimamarknaðinum. Harða kappingin ger, at neyðugt er at virkið er sterkt fíggjarliga, sigur Hjalmar Petersen og nevnir sum dømi, at Vónin hevur nógvar pengar, millum 18 og 22 milliónir krónur, bundnar í goymsluni hjá fyritøkuni.
- Skulu vit standa okkum í kappingini, so noyðast vit at kunna veita tað, sum skipini vilja hava, til eina og hvørja tíð. Tí noyðast vit at hava nógv tilfar á goymslu, vísir Hjalmar Petersen á.
Stjórin á Vónini metir tó avgjørt, at Vónin hevur ein fyrimun í kappingini, og vísir á, at fyritøkan hevur eitt væl útbygt virki í Fuglafirði, millum annað eitt nýtt nótavirki. Higartil hava karmarnir ikki verið teir bestu á virkinum hjá Vónini í Havn, men fyritøkan letur í løtuni eitt spildurnýtt trolvirki byggja í høvuðsstaðnum. Nýggi bygningurin, sum er 60x25 metrar og er í tveimum hæddum, verður klárur at taka í nýtslu í næsta mánað, og tað verður eitt stórt framstig hjá Vónini, sigur Hjalmar Petersen.
Hjalmar Petersen vísir á, at ein annar fyrimunur hjá Vónini er góða og tætta sambandið, sum fyritøkan altíð hevur havt við fiskiflotan. Tætta sambandið og samspælið merkir, at fyritøkan fær nógvar afturmeldingar frá skipunum um trolini, hvat virkar væl og hvat virkar minni væl, og hvat møguliga kann broytast. Á handa hátt hevur Vónin í yvir 30 ár roynt at menna og tillaga sína framleiðslu, so hon er í tráð við tað, sum skipini vilja hava.
Harumframt hevur Vónin ein stóran royndarbrunn á virkinum í Fuglafirði, har til ber at síggja, hvussu ymisku trolini ganga í sjónum. Og eisini hevur fyritøkan útvegað sær eitt framkomið trol-simulator-forrit til telduna, sum ein verkfrøðingur á Vónini burturav nýtir sum amboð til at menna trolini enn meira.
Framleiðslan til alivinnuna er seinastu árini blivið ein týðandi partur av virkseminum hjá Vónini, og eisini á hesum øki henda stórar broytingar. Í løtuni er fyritøkan m.a. við í eini verkætlan, saman við Fiskirannsóknarstovuni, fyri at finna út av, hvussu til ber at leggja aliringar longur út á streymasjógv. Og síðan Føroyar so smátt komu við í oljuvinnuna, hevur Vónin eisini lagt seg eftir at veita tilfar til hesa vinnu.
Gott úrslit í fjør
P/F Vónin hevði í fjør 11,2 milliónir krónur í yvirskoti, áðrenn skatt, og níggju milliónir stóðu eftir, tá skatturin varð goldin. Eginpeningurin í fyritøkuni vaks í fjør úr 35,5 milliónum upp í 42,5 milliónir krónur, meðan skuldin minkaði niður í 20,6 milliónir. Fyritøkan hevur síðstu árini gjørt stórar íløgur, m.a. í eitt nýtt nótavirki í Fuglafirði, og í eitt nýtt trolvirki í Havn, sum verður tikið í nýtslu í november. Harumframt keypti Vónin í januar mánað 75 prosent av partapeninginum í trolvirkinum Qalut í Nuuk í Grønlandi.
Fimm mans stovnaðu fyri yvir 30 árum síðan P/F Vónina, og hesir eiga allir enn í virkinum og eru framvegis virknir í fyritøkuni, uttan Jákup Oluf á Lakjuni, sáli. Vónin er enn eitt privat partafelag, og tey, sum eiga partapeningin eru Olaf Olsen, Otto Dam, Janus av Reyni, Sámal G. Jacobsen, Maria á Lakjuni (kona Jákup Oluf), Rúni M. Hansen og Philip K. Muinde.