Atlantsflog ætlar at flúgva til Reykjavíkar í kvøld klokkan 19. Annars er øll onnur flogferðsla avlýst. Vónir eru tó um at gera túr til Aberdeen í morgin. Atlantsflog boðar nú fyri middag frá, at øskustreymurin rekur inn yvir Føroyar í løtuni og hasar ikki av fyrrenn út á seinnapartin. Danskt loftrúm er stongt til klokkan 2 í nátt.
Av tí sama er øll flúgving til Danmarkar avlýst í dag.
RC401 til Reykjavíkar væntast at fara úr Vágum klokkan 19.
Rasmus Niclasen, flogsamskipari hjá Atlantslfogi sigur, at tað er ivasamt við flúgving til Danmarkar í morgin.
- Tað sær tó út til, at ein lummi er við at lata seg upp niður móti Skotlandi, og at møguleiki er fyri einum túri til Aberdeen. Um veðrið loyvir tí, og undirtøka er fyri tí, vóna vit at kunna gera ein túr til Aberdeen í morgin, sigur Rasmus Niclasen.
Hann leggur tó dent á, at framvegis er nakað av óvissu, tí at veðrið og mongdin av øsku skjótt kann broytast.
Viðvíkandi flúgving til Noregs sigur Rasmus Niclasen, at tað í løtuni sær eitt sindur svart út við tí, men at teir fylgja støðuni leypandi.
Hann heitur á fólk um at kunna seg inni á heimasíðuni hjá Atlantsflogi, har eisini er møguleiki fyri at melda seg til eina av alternativu flogferðunum, um ynski er til tess.