Vónrík vágafólk vænta vinning

At vágafólk vænta sær nógv av undirsjóvartunlinum, kom týðuliga til sjóndar á fundi, sum Vága Vinnufelag skipaði fyri mánakvøldið. Mestsum bara bjartskygni var at hoyra frá teimum, sum tóku orðið á fundinum

Vinnufundur

Miðvági:
Regluligari útflutning. Fleiri inntøkur til ferðavinnuna, og lívligari handilslív í oynni, er nakað av tí, vágafólk vænta sær, tá undirsjóvartunnilin komandi vetur verður tikin alment í nýtslu.
Vága Vinnufelag skipaði mánakvøldið fyri almennum fundi í bygdarskúlanum í Miðvági. Undirtøkan millum oyggjarfólkið var heilt góð, og eingin var í iva um, at bjartskygni ræður í Vágum, nú fasta sambandið er komið so væl áleiðis.
Fundurin var skipaður sum pallborðsfundur, har fólk frá ymsu vinnugreinunum, eins og umboð fyri Felagskommununa í Vágum, sótu við pallborðið. Eisini hevði Vinnufelagið fingið professaran í fólkalívsfrøði, sørvingin Jóan Paula Joensen, at koma á fundin at hugleiða um, hvørja ávirkan tunnilin kann fara at fáa, eins og hann eisini tók aftur í tíðina og vísti á, hvussu mynstrið er broytt upp gjøgnum søguna.

Báðar vegir
Tað bjartskygnið, sum ræður í vinnuni í Vágum, er í fleiri førum grundað á, at framleiðslan frá virkjunum í oynni sleppur skjótari út á marknaðin.
Tann regluligi flutningurin, sum verður møguligur, tá ikki skal bíðast eftir ferjuni, fer at gera tað bæði lættari og bíligari hjá vinnuni at arbeiða, helt stjórin á niðursjóvingarvirkinum Kovanum í Sandavági, Ari Thomasen.
?Tað verður lættari at fáa rávøruna vestur, og tað verður eisini nógv lættari at fáa lidnu vøruna burtur aftur, tá ein ikki skal ganga við nervum fyri, um nú pláss er við ferjuni júst tann túrin, sum passar til fráferðina hjá farmaskipinum, sum liggur í Havn á veg til europeiska marknaðin, vísti hann á.
Hann fegnaðist um, at nú kunnu virkini í Vágum fara at arbeiða eftir egnum tørvi heldur enn eftir ferðaætlanini hjá Strandferðsluni.
Tó vísti hann á, at ein vansi við tunlinum kann sjálvandi gerast, at lættari verður at flyta arbeiðmegina av oynni, nú lætt verður at ferðast til og frá. Men hann uggaði seg tó í sama andadrátti við, at tað verður eisini lættari at flyta arbeiðsmegi vestur í Vágar, hóast fólk búgva í meginøkinum.
Eisini leiðarin í timburhandlinum í Sørvági vísti á, at ferðslan kann vera báðar vegir, og at tað ikki er neyðugt at vera bangin fyri, at alt handilslív fer av oynni, hóast fast samband er.
?Vit hoyra ofta hetta, at fólk so bara fer til Havnar at keypa, segði Martin Nielsen. Men hava vit kappingarførar prísir, góða vøru og tænastu, ivist eg ikki í, at tað ber til at reka handil í Vágum. Kanningar vísa, at príslegan er ikki hægri hjá okkum enn aðarastðani, vísti hann á.

Tilboðini
Formaðurin í Felagskommunini í Vágum, Jónhild Jørgensen, vísti á, at tað er alneyðugt, at kommunurnar í oynni eru klárar at taka í móti teimum avbjóðingum, undirsjóvartunnilin fer at seta teimum.
?Hugsast skal um, segði Jónhild Jørgensen, at ferðslan skal ikki bara ganga av oynni, men so sanniliga eisini hendanveg. Vit skulu hava fólk vestur at búgva, og so mugu vit hava nakað at bjóða teimum. Umframt bústaðarmøguleikar stendur barnaansing altíð sera frammalaga, tá fólk hugsa um at seta búgv, vísti hon á.
Hon legði upp til, at ferðavinnan í Vágum fær betri umstøður at arbeiða undir, og at eitt nú Kunningarstovan kundi verið samskipari fyri ymsum tiltøkum, sum verða skulu í oynni.
Og tað er júst tað, ferðavinnan sjálv vil sleppa, segði formaðurin fyri Ferðavinnuna í Vágum, Niels Olgar Joensen.
Vinnan er við at gera eitt uppskot um, hvussu hetta kann gerast, men tað krevur munandi betri umstøður til Kunningarstovuna, enn tær, sum nú eru. Hann vísti á, at ein møguleiki hevði verið, at kommunurnar lótu beinleiðis stuðul til Kunningarstovuna.
Hann fegnaðist eisini um undirsjóvartunnilin, og segði seg síggja stórar møguleikar í ferðavinnuni, nú fast samband verður. Millum annað vísti hann á, at lættari verður at fáa bussar við fólki frá eitt nú stóru ferðamannaskipunum, sum vanliga koma til Havnar, vestur í Vágar.
Breið semja tóktist vera á fundinum um, at Kunningarstovan eigur at virka sum samskipari hjá bæði ferðavinnu, handli og mentanarlívi í oynni.

Lívligt orðaskifti
Eftir pallborðið var orðið frítt, og nógv nýttu møguleikan at siga sína hugsan og koma við góðum hugskotum um, hvussu sum best skal fáast burtur úr teimum møguleikum, undirsjóvartunnilin gevur.
Onkur vísti á, at tað kann gerast ein vansi við ferðsluni gjøgnum bygdirnar, tá tunnilin letur upp, tí ferðslan fer at økjast munandi.
Víst varð í tí sambandinum á, at tað gongur í so seint við tí arbeiði, sum longu er farið í gongd fyri at betra um ferðslutrygdina.
Hetta fekk summi handilsfólk at bera fram, at skeltingin í Vágum er ikki nóg góð. Til dømis tóktist vónleyst hjá handlum í bygdunum at fáa sett skelti upp við landsvegirnar, har víst verður til ymsu handlarnar.
Sama neyðin er við farleiðini til Mykinesar, vísti leiðarin á Kunningarstovuni í Vágum á. Fremmandafólk, sum koma til Sørvágs, hava ikki hóming av, hvar Súlan er at finna, um ikki onkur staðkendur forbarmar seg yvir tey og vísir teimum á bátin.
Í samband við tosið um ferðslu og ferðslutrygd varð víst á uppskot um at gera tunnil av Fútakletti í Vatnsoyrar fyri at beina ferðsluna burtur frá Sandavági og Miðvági.
Men hesum uppskotinum tóku handilsfólk í bygdunum ikki undir við. Tað fer bara at gera, at als eingin kemur til bygdirnar yvirhøvur, og tann møguleiki, sum eigur at vera við at fáa fremmandafólk at brúka handlarnar í Vágum, dettur burtur, tá fólk sum ferðast til og frá, bara koyrir gjøgnum fjøllini og ongantíð sær bygdirnar.
Sum dømi um hetta vísti ein handilskvinna á Kvívík, sum koyrt verður fram við dagliga. Tú hyggur oman yvir bygdina og staðfestir, at har liggur ein vøkur bygd. Og tað er so tað.
?Tað má ikki verða soleiðis, fólk fer at ferðast í Vagum, tá tunnilin er komin, helt hon.