Felagið Trolbátar harmast um, at bert ávís reiðarí fáa lut í markrelkvotuni. Okkara bólkur hevur verið fyri vanbýti so tað stendur eftir, sigur Theodor Poulsen vegna felagið.
Í viðmerking til hetta stóra málið vísir hann á, at hesir bátar eru allir fíggjaðir í Føroyum, og eru enn á føroyskum hondum. Men orsakað av tí sera vánaliga fiskiskapinum seinastu árini, er støðan hjá flestu bátunum so vánalig, at vandi er fyri at flestu bátarnir fara undir hamaran.
- Tá nú kvotan av makreli er sett til 148.375 tons, ja so ganga vit út frá at vit eiga okkara ríkiliga part av hesum tilfangi, slær Theodor Poulsen rimmarfast.
Hann staðfestir tó í sama andadrátti, at tað sær út at útspælið frá fiskimálaráðharranum vísir, at teir bert fáa molarnar, meðan føroyskir kvotabarónar og útlendskt fíggjað feløg, eins og jonglørar, ið eru komnir inn ígjøgnum bakdyrnar, fara avstað við bróðurpartinum av hesum tilfeingið.
- Í Føroyum hevur verið vanligt, tá ein var við snøri, at man býtti so kristiligt sum gjørligt, men her er vent í holuni, moralurin er á einum so lágum støði, at tað meira minnir um anarki.
- Um tað skal verða lív lagað fyri eini fjølbroyttari vinnu, og arbeiði til so mong sum gjørligt, ja so skulu aðrir bollar í suppuna. Tað kann ikki verða meiningin, at bert nakrir útvaldir skulu fáa lut í makrelinum, og harvið sleppa at yvirliva í fiskivinnuni, sigur hann millum annað í viðmerking, sum send er miðlunum í dag.