Vænta skínandi sól langt inn í juni

Norska veðurtænastan Yr er bjartskygd um veðrið okkara vegna.

Sólin hevur skinið fagurliga yvir landið í fleiri dagar nú og fyrr í dag bóðu vit lesararnar senda okkum myndir av góðu summardøgunum.

 

Eini 50 myndir hava vit fingið og síggjast tær í myndasavninum her.

 

Hesar fimm myndirnar hevur Durita Waag Høgnesen sent okkum. Hon sigur, at tær blivu tiknar í gjár, tá hon var á veg til Danmarkar við flogfarinum.

 

Á myndunum síggjast Fugloy, Svínoy, Kalsoy og Oyndarfjørður.

 

Líkt er til, at vit hava nógvar góðar dagar í væntu.

 

Langtíðarforsøgnin hjá norsku veðurtænastuni Yr boðar frá sól til og við mikudagin 6. juni, tó at tað kanska verður eitt vet gráari og kanska onkur dropi hósdagin 30. mai og fríggjadagin 1. juni. Lat okkum vóna, at hendan veðurforsøgnin heldur.