Seinastu dagarnar hava fimm partrolarapør verið til fiskiskap eftir upsa, og trý pør hava fiskað gulllaks. Skipini landa, sum henda vikan gongur.
Sum skilst, eru skipini, sum fiska gulllaks, um at verða liðug fyri hesa vertíðina.
Bara ein djúpvatnstrolari hevur verið til fiskiskap seinastu dagarnar. Teir fisks svartkalva og koma væntandi inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey at siga, at fimm trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa mest av toski og flatfiski. Ein trolbátur skuldi landa í dag, og hinir koma inn síðst í hesi vikuni.
- Bara eitt garnaskip er til fiskiskap í løtuni. Teir fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Garnaskipið landar væntandi miðskeiðis í hesi vikuni, verður lagt aftrat.