##med2##
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen er staddur i Noregi í útbúgvingarørindum, men eisini hann stillaði upp til eina samrøðu í sendingini "Gullradio" á FM1.
Leygardagurin í farnu viku stendur sum ein glógvandi dagur hjá Mikkjali, har FM loksins kom norður til Klaksvíkar aftur. Mikkjal helt spælararnir vóru í so lítið entusiastiskur til steypahandanina, og tí royndi hann at fáa meir róp í hjá stóru KÍ-fjøldini.
Men Mikkjal hvílir ikki á laurberunum. Hann vil, at KÍ og føroyskur felagsfótbóltur skal standa seg væl í teimum evropeisku avbjóðingunum, ið eru fyri framman, og tað er eisini har altjóða royndirnar hjá Oddmar Færø koma inn í myndina.
Mikkjal væntar at hava allan hópin hjá KÍ kláran seinast í januar mánað.