Væntar góða framgongd næstu árini

Danir kunnu vænta sær ein hampiligan vøkstur í búskapinum næsta ár, og í 2014 verður vøksturin uppaftur meiri sjónlingur. Tað sigur Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri, við Berlingske í dag.

-Við teimum røttu umstøðunum er møguleiki fyri einum hampiligum vøkstri í búskapinum í 2013 og einum munandi vøkstri í 2014, sigur hann.

Bjarne Corydon ger tó vart við, at vøksturin í Danmark er nær tengdur at, hvussu tað verður við evruni. Hann heldur tó, at útlitini fyri einari tryggari evru eru góð, og at tað fer at koma dønum til góðar.

-Í Danmark hava vit eina stóra uppsparing bæði privat og í vinnulívinum. Tað merkir, at grundarlag er fyri einum munandi vøkstri í búskapinum, so skjótt framtíðin hjá evruni er tryggjað, sigur fíggjarmálaráðharrin.

Danskir búskaparfrøðingar, sum Berlingske hevur tosað við, eru ikki so bjartskygdir sum ráðharrin. Eitt nú heldur Steen Bocian, búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, at tað nógv minkaða virðið á húsum og partabrøvum fer at fáa danir at spara meiri upp heldur enn at brúka pengarnar.