Væntar keyp og saman-leggingar í oljuvinnuni

Roknað verður við samanleggingum í altjóða oljuvinnuni eins og fyri tíggju árum síðani, og tað er ikki óhugsandi, at føroysk oljufeløg verða keypt, sigur stjórin í Faroe Petroleum

OLJUFELØG

 

Seinastu tíðina hava fleiri av teimum stóru oljufeløg-unum havt ilt við at finna nýggjar olju- og gassleiðir ístaðin fyri tær, sum tømast. Tað hevur havt við sær, at fleiri feløg so sum tað stóra Conoco er í stórum trupul-leikum.

Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum, sigur, at feløg, sum ikki megna at finna nýggjar leiðir, hava bara tvinnar møguleikar. Annaðhvørt mugu tey leggja størri dent á leiti-arbeiðið, ella mugu tey keypa sær framleiðslu-møgu-leikar hjá øðrum fe-løg-um. Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men kemur í bylgjum, og sjálvur væntar hann, at vit eru á veg inn í eitt tílíkt tíðar-skeið. Avleiðingin verður, at stór feløg sum Conoco, Shell og onnur fara at leggja seg eftir at keypa smærri feløg, sum hava funnið olju og gass.

Kann blíva keypt

Graham Stewart vísir á, at hendan sama gongdin hevur longu víst seg í eitt nú banka-heiminum og KT-heim-inum, og hann vænt-ar, at tað fer eisini at henda í oljuvinnuni í næst-um.

– Men er ikki vandi fyri, ella kann tað ikki hugsast, at okkurt størri felag hevur áhuga í at keypa Faroe Petroleum?

- Jú, sjálvandi er tann møguleikin altíð til staðar, men vit hava altíð sagt og siga, at vit fara at gera tað, sum er best fyri partaeig-ararnar. Skuldi tað so hent, at onkur vísir áhuga fyri okkum, so er tað okkara uppgáva at útvega parta-eigarunum tann besta prís-in. Men í løtuni er eingin handil upp á tal, sigur Graham Stewart.

Fyri einum góðum ári síðani ljóðaði, at Dana ætlaði at keypa Faroe Petrole-um, men sambært stjór-anum var tann upp-fatanin ikki heilt bein. Hann vísir á, at Dana hevur átt í føroyska felagnum líka síðani stovnanina. Fyri ein-um góðum ári síðani keypti danska felagið fleiri parta-brøv í føroyska felagnum, so eigaraparturin nú er 27,5 prosent, men tað er av egn-um roknskaparligum áhuga, at felagið eigur oman fyri 25 prosent og hevur einki við uppkeyp at gera, sigur Graham Stewart.

20 prosent føroyskt

Hóast vit umrøða Faroe Petroleum sum eitt føroyskt felag, so er tað tann minni parturin, sum er á føroys-kum hondum. Graham Stewart sigur, at ein meting fyri stuttum vísti, at føroysk feløg og einstaklingar eiga umleið 20 prosent av parta-peninginum. Harafturat hev-ur tað víst seg, at ein rætti-liga fittur partur av handl-inum við felagsins partabrøvum er í Føroyum.

Tað eru annars serliga bretskir íløgugrunnar og pensjónsgrunnar, sum hava sett pengar í Faroe Petrol-eum, og stjórin sigur tað vera áhugavert, at 20 pro-sent framvegis eru á før-oyskum hondum, tá hugsað verður um, at felagið hevur virkað í meiri enn tíggju ár.

Graham Stewart dugir ikki at siga, um tað verður neyðugt hjá Faroe Petroleum at útvega sær nýggjan parta-pening, men sum er hevur felagið ikki tørv á meiri pengum, sigur hann. Men umstøðurnar kunnu gera, at tað verður neyðugt.