Vár, EU og nýggjar tíðir

Okkara útflutningur  er fundamentið undir føroyska búskapinum , men tað er ikki so ofta at tað verður alment tosað um okkara høvuðsmarknaðar og utflutning og kortini  fara sera stórar broytingar fram.  Aftur ífjør var Rusland okkara størsti marknaður við sløkum 2 mia kr í virði ! Russiski rubulin og russiski búskapurin hava ein sera stóran týdning fyri Føroyar. Aftan á Rusland kemur USA sum innflutti fyri  eina lítla mia av føroyskum fiskavørum. EU samanlagt keypti fyri ikki meira enn slakar 1.5 mia fra okkum.

 

Tað er eyðsæð, at EU kemur at hava minni og minni týdning fyri okkara útflutning og heldur fara marknaðir okkara Rusland, USA, Kina at vaksa. Tá/um  Bretland, sera sannlikt,  fer ur EU fær EU enn minni tydning fyri okkum.

 

Tað er tí ikki rætt at vit framvegis lata harðrendar EU heilsu- skipanir galda fyri Føroyska landbúnaðin og forða heimaídnaði okkara at vaksa. Eg kann nevna at Schengen skipanin i Europa í praksis ikki  virkar longur, men her á landi verður hon hondhevað.

 

Føroyska ferðamannavinnan og matstovuvinnan stendur í risa vøkstri og gevur nógv til landshúsarhaldið.

 

Ímorgin fer Løgtingið undir aðru viðgerð av skilagóðum og alneyðugum uppskoti til broyting i løgtingslóg um matvørur og sum fer at gera føroyskan mat meira atkomuligan og vil menna heimaídnaðin og matstovuvinnuna og hava ein risa týdning fyri okkara samleika.

 

Eg skal at enda nevna, at okkara handilsavtala við EU ikki loyvir utflutning av nøkrum føroyskum landbúnaðarvørum, ikki so mikið sum ein pakka av mjólk ella eitt egg hava vit loyvi at utflyta til EU! Afturimoti kann EU utflyta allar sínar landbúnaðarvørur til Føroyar við risa EU studningi og er við at taka grundarlagið undir okkara landbúnaði.

 

Tað er at fegnast um at Landsstýrið og Fólkaflokkurin hava sett skjøtil á hart tiltrongdar ábøtur í okkara matvøru vinnu.

 

Johan Mortensen