Vóru ov dovnir

Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, er ikki nøgdur við spælið hjá EB/Streymi um vikuskiftið.

- Vit vóru alt ov leysir í markeringunum, og vildu ikki nóg nógv, greiddi hann frá eftir dystin.

Hinvegin vil hann ikki veruliga gera viðmerkingar til vantandi stigini.

- Tað ber altíð til at spyrja, um tað er nøktandi, at vit bara hava helvtina av stigunum, men tað fyrsta vit mugu gera, er at fáa skil uppá hugburðin og spælið, segði Sigfríður Clementsen, sum ikki var nakað serliga væl nøgdur í gjár.