Vørumessan - eitt gott høvi at møta sínum viðskiftafólkum

- Tey, sum sita og taka telefonirnar og avgreiða okkara viðskiftafólk, plaga at vera við á básinum. Her hitta tey fólk, sum tey vanliga bara tosa við í telefon. Vørumessan er eitt kærkomið høvi at hitta okkara viðskiftafólk undir øðrum og meira avslappandi umstøðum, sigur Ejler Johannesen, sum starvast hjá Poul Hansen

Vørumessan 2003

Heilsølan, P/F Poul Hansen, hevur verið við á Vørumessuni øll árini, síðan messan sá dagsins ljós.
                - Tað er altíð hugnaligt at hitta viðskiftafólk undir øðrum og meira avslappandi umstøðum, og tað er eisini hugnaligt hjá keypmonum og øðrum, sum vitja á eini slíkari messu, at hittast til prát.  
                Ejler Johannesen, sum starvast hjá Poul Hansen, heilsølu, heldur, at Vørumessan er eitt gott og kærkomið tiltak.
                - Tú kennir røddina á teimum í telefonini, men tað er ikki vist, tú nakrantíð hevur hitt tey. Á vørumessuni plaga tey, sum vanliga sita og taka telefonirnar og avgreiða okkara viðskiftafólk, at verða við á básinum. Her heilsa tey fólkunum, tey vanliga bara tosa við í telefon, sigur Ejler.
               
Breitt útboð
 
Á Vørumessuni hevur Poul Hansen ein stóran bás, men tá ið fyritøkan hevur einar 5.000 vørueindir í útboði, er avmarkað, hvussu nógv kann havast við á eini slíkari stevnu.
                - Tað verður tí bert ein lítil partur av teimum vørum, vit selja, sum verða við á sjálvari messuni.        
Ejler sigur, at Poul Hansen í fyrsta lagi fer at leggja seg eftir jólahandlinum, sum stundar til.
- Vit fara at hava góð tilboð til jólakeyp av ymiskum slagi, bæði hvat viðvíkur góðgæti, gávulutum og øðrum, sum hoyrir jólunum til.
Á messuni fáa viðskiftafólkini sjálvsagt eisini høvi at kunna seg um og tosa við umboðini hjá Poul Hansen um allar tær vørur, sum heilsølan hevur.
                - Vit hava fleiri ymisk tilboð við, sum eru fingin í lag í samband við messuna, sigur Ejler.
 
Krás keypt Kjøt
 
Á Vørumesuni fer Poul Hansen eisini at sýna fram, hvat P/F Krás, sum framleiðir viðskera og døgurðamat, hevur at bjóða.
                P/F Krás, sum Poul Hansen eigur, hevur nevniliga keypt MBM-Kjøt frá Mjólkarvirki Búnaðarmanna, og øll framleiðslan av viðskera og døgurðamati fer nú fram í hølunum í Hósvík.
                - Høvuðsvørurnar hjá Krás eru rullupylsa, kjøtpylsa, skinsakjøt og livurpostei. Vit framleiða eisini ymiskan døgurðamat úr kjøtvørum, eitt nú malið oksakjøt, ymiskar steikir úr oksakjøti og kotolettir og rullusteikir úr svínakjøti. Aftrat hesum framleiða vit royktan hamburgarrygg og flest.
                Ejler sigur, at tað í fyrsta lagi eru handlarnir kring landið, sum keypa vørurnar, sum Krás framleiðir, men matstovur, stovnar, sjúkrahús og skipini eru eisini teirra viðskiftafólk.
                Tilsmans 60 fólk starvast hjá P/F Poul Hansen, harav 11 á deildini hjá felagnum í Hósvík.