Vísa ikki vilja til semju

Fíggjarmálaráðið hartar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fyri teirra leiklut í lønarsamráðingunum

- Fíggjarmálaráðið er altíð sinnað at halda fram við samráðingum við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta krevur kortini, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar veruliga vísir vilja til at finna semju. So hevur ikki verið higartil.


Tað er boðskapurin hjá Fíggjarmálaráðnum, sum í morgun hevur sent fjølmiðlunum eitt skriv um støðuna við lønarsamráðingunum. Ráðið leggur ikki fingrarnar ímillum, men gevur Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar alla skyldina fyri, at eingin semja kann fáast.


- Frá fyrsta samráðingarfundi til í dag hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki viljað flutt seg í sínum lønarkrøvum. Og longu áðrenn fyrsta semingsroynd yvirhøvur varð roynd, boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá verkfalli. Hetta er als ikki vanligt og ilt at skilja. Fíggjarmálaráðið ynskti semju og tilkallaði tí semingsstovnin. Men heldur ikki hetta munaði. Fíggjarmálaráðið royndi at koma við semjuuppskotum at arbeiða víðari við, men Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-frøðingar vildi ikki flyta seg, skrivar ráðið í tíðindaskrivinum.


Fíggjarmálaráðið vil eisini vera við, at lønarkrøvini hjá fakfelagnum eru so mikið óvanliga høg, at tað slett ikki ber til at møta teimum, tí atlit má takast til samlaða arbeiðsmarknaðin.


- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kom til samráðingarnar við óvanliga høgum lønarkrøvum, sum Fíggjarmálaráðið ikki kundi ganga á møti. Hetta kemst ikki minst av, at Fíggjarmálaráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at samlaði almenni útreiðsluvøksturin og lønarvøksturin er á einum hóskandi støði. Bæði við atliti til almenna geiran, privata geiran og kappingarførið hjá Føroyum sum heild. Ov høgur lønarvøkstur kann skjótt elva til prísvøkstur, versnandi kappingarføri og neiligar avleiðingar fyri alt samfelagið, skrivar ráðið.


Sambært Fíggjarmálaráðnum, so hevur fakfelagið fingið bjóðað 1.449 kr. meira um mánaðin yvir tvey ár. Fyrsta árið 695 krónur og annað árið 754 krónur.


- Verða allar semjur á almenna arbeiðsmarknaðinum gjørdar eftir hesum leisti, hækka almennu lønirnar í meðal 4,8% samanlagt tey næstu tvey árini, og almennu lønarútreiðslurnar vaksa í sama tíðarskeiði 110 mió. Krónur, skrivar ráðið í viðmerking til aktuellu støðuna, og leggja afturat.


- Fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar svarar lønarhækkingin í krónum til 5,15% í lønarhækking yvir tvey ár í miðal fyri henda bólk. Við lága prísvøkstrinum, sum seinasta árið bert hevur verið 0,8%, er eisini talan um eina munandi reallønarhækking.