Pál Weihe
···················
Tað er rætt, at tað eru onnur vandamál fyri heilsuna hjá børnum og ungum í Føroyum enn kviksilvur, t.d. yvirvekt og lítil rørsla saman við kola og kips. Og so tann ógvusliga roykingin - eisini millum tey heilt ungu. Tað er ein størri hóttan móti fólkaheilsuni enn kviksilvurárin á heilan og á hjarta-æðralagið, sum vit hava ávíst.
Í Føroyum eru vit tó í teirri hepnu støðu, at vit kunnu eta tað mesta, tí flestu dálkingarevnini eru savnað í djórum høgt uppi í føðiketuni, so sum í hvali og havhesti. At minka um eiturevnið kviksilvur í móðurlívi ber lættliga til, og er als ikki í andsøgn við ein skilagóðan heilsupolitikk.
Í Dimmu og Sosialinum 1. februar hevði ein starvsfelagi mín drúgva grein við yvirskriftini "Kyksilvurvandin í grind er møsn". Las hana og ógvaðist, legði hana til viks sum so mangt annað atfinningarsamt millum ár og dag. Gekk so og mól seinasta leygarmorgun í gørðunum í Alhambra í Spania. Varð boðin av lærda háskúlanum í Granada at koma at greiða sponskum barnalæknum og umhvørvisgranskarum frá, hvussu vit í Føroyum hava gjørt kviksilvur- og PCB kanningar. Serliga vildu teir hava at vita, hvussu best var at kanna menningina av miðnervalagnum hjá børnum.
Alhambra er minnisvarðin yvir islamska mentan á iberisku hálvoynni. Í miðøld ráddu muhamedsmenn í nøkur hundrað ár fyri borgum í Suðurspania. Teir skaptu megnarverk og vístu, at teirra metan bæði kundi vera tolsom og vak-urleika- og kunnleikaelsk-andi, samstundis sum Evropa annars stóð í miðaldarmyrkri. Margraddaða vatntutlið frá fontenum og veitum í appilsingørðunum í Alhambra fekk meg at hugsa um tað túsundtal av føroyskum børnum og foreldrum, sum seinastu tjúgu árini hava tikið lut í okkara kanningunum. Og so hugsaði eg eisini um øll tey eldhugaðu starvsfólk, bæði føroyingar og útlendingar, sum hava lagt sálina í at gera hetta granskingararbeiðið til lítar. Kom til ta niðurstøðu, at sjálvt um eg hevði lítlan hug at svara eini niðursetandi blaðgrein um okkara kanningararbeiði - so átti eg tó fyri teirra skyld.
Søguligt baksýni
Í 1985 gjørdist mær greitt, at føroyingar fingu so nógv kviksilvur í seg, at ávaringarnar frá heimsheilsustovninum WHO eisini vóru viðkomandi fyri okkum1. WHO sigur í 1976, at í útróðrarbygdini Minamata eru fólk í hópatali vorðin eitrað av kviksilvurútláti út í fjørðin, har tey fiska. Seinni ótu svøltandi irakar kviksilvurfongt korn og vóru fyri somu lagnu.
Tað kom í ljós, at serliga barnið í móðurlívi var í vanda. Tí mælti WHO til, at onkustaðni í heiminum skuldu verða gjørdar ná-greiniligar kanningar av, hvussu kviksilvur ávirkar heilsuna hjá børnum, sum í móðurlívi høvdu verið fyri kviksilvuri í smáum mongdum. Vendi mær tí til unga professaran Philippe Grandjean á umhvørvislæknafrøðiligu deildini á universitetinum í Odense, og vit avtalaðu at fara undir kanningar í Føroyum. Vit hava samstarvað síðani, og mong vinar- og samstarvsbond eru knýtt við fróðar-fólk víða um heim, bæði í Evropa, Amerika og Asia, alt til tess at fáa kanningarnar her heima á klettunum so álítandi sum til ber.
Longu tá vit byrjaðu kanningararbeiðið, gjørdu vit av, at endamálið við kanningararbeiðinum var trífalt:
2)At veita føroyskum myndugleikum besta grundarlagið fyri kosttilmælum til føroyingar.
3)At fáa til vega eitt so haldgott vísindaligt grundarlag, at alheims stovnar kundu grunda síni tilmæli viðvíkjandi kviksilvuri á okkara kanningar.
4)At finna teir bestu kanningarhættirnar til tess at staðfesta, um umhvørviseitur ávirkaði miðnervalagið hjá børnum.
Vit vóru ikki komin langt inn í granskingararbeiðið, tá tað varð okkum greitt, at neyðugt var at bjóða øðrum kønum starvsfeløgum innan læknavísindi og sálarfrøði upp í okkara arbeiði. Serliga lærdu háskúlarnir í Tokyo og Boston hava verið okkum hollir. Skjótt vísti tað seg eisini, at onnur áhugamál enn fólkaheilsan vóru í kviksilvureitran.
Tey, sum eitraðu umhvørvið, t.d. kolfýrdu elverkini kring heimin, og tey, ið seldu tunfisk og annan mat við høgum kviksilvurinnihaldi, ræddust niðurstøður, sum søgdu, at kviksilvur var eitrandi. Miðskeiðis í nítiárunum løgdu vit til merkis fyrstu atfinningarsomu viðmerkingarnar til kanningararbeiðið. Við árunum eru atfinningarnar vorðnar harð-ari og harðari, og vígvøllurin hevur, sum ikki einaferð, verið í USA, har tað í einum vælvirkandi fólkaræði ber til at siga sína meining sum áhugabólkur og einstaklingur.
Í 1997 kunngjørdu vit í einum altjóða tíðarriti niðurstøðuna viðvíkjandi sjey ára gomlum børnum, sum høvdu verið fyri kviksilvuri í móðurlívi. Kviksilvur-nøgdin í nalvasnórsblóði var í miðal (medianur) 24,2 mikrogram/litur; 25% høvdu meira enn 40 mikrogram/l í nalvasnórsblóði. Mediana virðið í hári var 4,5 mikrogram/gram og 13% yvir 10 mikrogram/ gram. Hetta eru virði, sum eru einar 10-20 ferðir hægri enn tey, vit síggja í eitt nú Danmark. Kviksivlurnøgdin vísti seg at hava samband við, hvussu nógvar grindadøgurðar fólk søgdu seg eta um mánaðin og í nógv minni mun við fiskadøgurðar. Selen í blóði var ikki serliga høgt og blýggj var lágt.
Heilsustøðan hjá børnunum var sum heild góð. Vit funnu einki barn, har illgruni var um, at kviksilvur hevði givið ávísiligt brek. Tann hagtalsliga viðgerðin sýndi tó nakrar samanhangir soleiðis at skilja, at tá øll hesi 1000 børnini vóru viðgjørd undir einum, bar til at síggja, at ávísur førleiki mentist ella viknaði við vaksandi kviksilvuri.
Vit ávístu samband millum kviksilvur og fleiri psykologisk meginumráði so sum mál, árvakni, minni, rørslu- og rúmsans. Hetta merkir ikki, at børnini í Føroyum eru minni gløgg enn børn í øðrum londum, men bert at kviksilvurið í móðurlívi tykist at virka negativt á andsevni teirra um 7 ára aldur. Ella sagt á annan hátt: um kviksilvur ikki var, høvdu tey klárað ymsu uppgávurnar enn betur.
Myndugleikaviðgerðin
í USA
Í New Zealandi høvdu granskarar longu almannakunngjørt úrslit, sum peikaðu sama veg sum okkara niðurstøður. Aðrar kanningar - gjørdar á oyggjunum Seysjellunum í Indiska havinum - vístu tó ikki nakað ávíst nakað samband millum kviksilvur, og hvussu miðnervalagið starvar hjá børnum.
Hesin munur elvdi til mikið kjak á granskarastevnum, og at enda valdi so The White House Office of Science and Technology Policy í november 1998 at kalla til fundar í Raleigh, North Carolina, har 30 altjóða kendir serfrøðingar skuldu kjakast um kanningarnar2. Her vórðu førd fram nógv sjónarmið fyri og ímóti ymisku kanningunum, men endin varð, at ikki bar til at taka eina endaliga støðu, sum amerikansku myndugleikarnir kundu nýta í sínum tilmælum um, hvussu nógv fólk kundu eta av kviksilvuri, uttan at heilsuvandi stóðst av tí. Amerikanska kongressin álegði tí US-EPA, sum er amerikanska umhvørvisstýrið, at biðja National Research Council, sum er amerikanska nationala granskingarráðið, um at seta nevnd at kanna allar kviksilvurkanningarnar, sum vóru gjørdar í heiminum.
Í 2001 góvu teir út álit, sum er ein bók uppá 350 síður, og har er niðurstøðan, at kanningar okkara vóru væl úr hondum greiddar, at spurningar, sum vóru reistir í Raleigh vóru svaraðir, at tað var rætt, sum vit høvdu gjørt, at nýta miðnervalagið at leggja markvirðið eftir, og at kanningarnar í Føroyum áttu at verða grundarlagið fyri markvirðinum hjá amerikansku umhvørvismyndugleikunum3. Niðanfyri loyvi eg mær at endurgeva nøkur petti úr samandráttinum í hesi bók:
Á síðu 5: "Results from the three large epidemiological studies ? the Seychelles, Faroe Islands, and New Zealand studies ? have added substantially to the body of knowledge on brain development following long-term exposure to small amounts of MeHg. Each of the studies was well designed and carefully conducted, and each examined prenatal MeHg exposures within the range of the general U.S. population exposures. In the Faroe Islands and New Zealand studies, MeHg exposure was associated with poor neurodevelopmental outcomes, but no relation with outcome was seen in the Seychelles study."
Á síðu 6: The committee concludes that there do not appear to be any serious flaws in the design and conduct of the Seychelles, Faroe Islands, and New Zealand studies that would preclude their use in a risk assessment. However, because there is a large body of scientific evidence showing adverse neurodevelopmental effects, including well-designed epidemiological studies, the committee concludes that an RfD should not be derived from a study, such as the Seychelles study, that did not observe any associations with MeHg.
In comparing the studies that observed effects, the strengths of the New Zealand study include an ethnically mixed population and the use of end points that are more valid for predicting school performance. The advantages of the Faroe Islands study over the New Zealand study include a larger study population, the use of two measures of exposure (i.e., hair and umbilical-cord blood), extensive peer review in the epidemiological literature, and re-analysis in response to questions raised by panelists at a 1998 NIEHS workshop and by this committee in the course of its deliberations.
Á síðu 11: On the basis of its evaluation, the committee's consensus is that the value of EPA's current RfD for MeHg, 0.1 µg/kg per day, is a scientifically justifiable level for the protection of public health. However, the committee recommends that the Iraqi study no longer be used as the scientific basis of the RfD. The RfD should still be based on the developmental neurotoxic effects of MeHg, but the Faroe Islands study should be used as the critical study for the derivation of the RfD.
Hetta varð svarið til kongressina, sum hevði sett spurningin, og tað hevur síðani verið grundarlagið hjá teirra umhvørvisstýri fyri útsøgnini, at tað ikki er ráðiligt hjá amerikumonnum at eta meiri enn 0,1 mikrogram av methylkviksilvuri fyri hvørt kg av likamsvekt um dagin, tað teir rópa Reference Dose ella RfD. Amerikanskir myndugleikar ásannaðu, at umleið sekstitúsund kvinnur, ið vóru við barn, ótu meiri enn hetta, og teir ásannaðu, at kolfýrdu el-verk teirra áttu lut í dálkingin, eins og teir ásann-aðu, at matur sum tunfiskur og svørðfiskur viðvirkaðu stórliga til trupulleikan.
Longu tá føroysku kann-ingarnar vórðu almannakunngjørdar á heysti 1997, skrivaði vísindatíðarritið New Scientist í eini odda-grein, at úrslitini í Føroyum áttu at hava við sær, at amerikansku kolfýrdu elverkini settu filtur á skorsteinarnar; og at hetta fór at kosta tíggju milliardir dollars. Men tað var lítið í mun til, hvussu kviksilvur - sambært okkara kanningum - ávirkar andsevnini hjá børnum.
Markvirðið
Tá ið amerikansku myndugleikarnir nú siga, at RfD er 0,1 mikrogram fyri hvørt kg av likamsvekt um dagin, merkir tað, at ein føroyingur, sum vigar 70 kg, bert kann loyva sær at eta 3,5 gram av grindatvøsti um dagin, um vit siga, at hvørt grammið av tvøsti inniheldur 2 mikrogram av kviksilvuri. Falda vit tey 3,5 grammini við 30 døgum, merkir tað, at um vit skulu lúka amerikansku krøvini, kunnu vit bert eta áleið 100 gram av tvøsti um mánaðin4.
Seinni hevur ein arbeiðsbólkur undir WHO og FAO (JEFCA (Joint FAO/WHO Expert Committee on Food Additives) eisini mett um trupulleikan, og teir hava - m.a. grundað á okkara kanningar - mælt til, at ráðiligt er at eta áleið tað dupulta. Teir áseta PTWI ella Provisional Tolerable Weekly Intake til 1,6 mikrogram fyri hvørt kilo av likamsvekt um vikuna5. Við øðrum orðum ber til at eta uml. 240 gram av tvøsti um mánaðin, um so er, at einki annað kviksilvur er í øllum hinum matinum.
Vísindaligi kanningarhátturin
Tá vísindaligar kanningar verða gjørdar innan læknafrøðina, er tað soleiðis, at úrslitini ikki verða roknað fyri vísind, fyrr enn tey eru almannakunngjørd í einum tíðarriti, sum hevur sett eina kanningarnevnd av ónevndum javnlíkum, at meta um kanningina. Vit hava gjøgnum árini almannakunngjørt ein hóp av greinum í altjóða tíðarritum. Sjálvt um øll okkara úrslit soleiðis eru vorðin mett av øðrum, er tað sjálvsagt ikki nøkur trygd fyri, at vit ikki hava mistikið okkum. Strevanin hjá einum hvørjum vísindafólki er at vinna fram á sannleikans vegi. Tí eru kvalifiseraðar atfinningar altíð vælkomnar, so mistøk kunnu rættast.
Vísindaligar atfinningar og atfinningar frá áhugabólkum er tó ikki tað sama. Vit vita væl, at tað verður tungt hjá mongum at skula ásanna, at tað, sum menniskjuni tola av kviksilvuri, tykist at minka, tí hetta hevur við sær ógvuliga stórar útreiðslur fyri samfeløgini, bæði tað privata og tað almenna. Tann vísindaligi kritikkurin hugsar tó ongantíð um avleiðingarnar, hann skal bara hugsa um tað reint vísindaliga, hvat er rætt, og hvat er rangt. Konstruktivar atfinningar eru kærkomnar - tað er jú betur at rætta mistøk í samtíðini, enn at eftirtíðin ger tað. Kravið er bert, at tað eru vísindaligar atfinningar og ikki bert tómt tos og brigsl.
Stórt og smátt í fólkaheilsuhøpi
Í greinini, har starvsfelagi mín skírir úrslitið av kviksilvurkanningunum í Føroyum fyri at vera møsn, verður eisini komið inn á, hvat er týdningarmikið í fólkaheilsuhøpi. Hetta er eitt heilt annað prát, sum eg partvís eri samdur í. Hyggja vit at heilsuni hjá børnum í Føroyum sum heild, kunnu vit taka okkurt av úrslitinum av kanningararbeiðum her á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Vit hava leingi víst á, at børn í 9. flokki í Føroyum roykja meira enn onnur børn í Evropa, og vit hava eisini víst á, at ein rættiliga stórur partur av teimum viðhvørt hevur tað so ringt við seg sjálvan, at tey vildu sloppið av verðini. Hetta fyribrigdi síggja vit eisini í amerikanskum og evropeiskum skúlakanningum.
Vit hava eisini víst á, at BMI (Body Mass Indeks) hjá 14 ára gomlum, tvs. likamsvekt í mun til hædd, er áleið tað sama sum í øðrum evropeiskum londum, t.d. Italia, Kypros, Svøríki og Danmark. Úr Danmark vita vit, at BMI er vaksið týðiliga hesi seinnu árini. Sjálvt um sami vøkstur ikki er prógvaður í Føroyum, er sannlíkt, at gongdin er tann sama hjá okkum.
Sæð frá einum fólkaheilsusjónarmiði eru nógv onnur heilsulig fyribrigdi, sum hava størri týdning enn kviksilvureitran, t.d. royking, lítil rørsla og fiti. Fyribyrgjandi arbeiði á hesum umráðum hevur tó einki at gera við, at kvinnur, sum eru við barn, halda seg til kosttilmælini, sum føroyskir heilsumyndugleikar hava givið um kviksilvur og sum ljóða soleiðis um tvøst og spik:
Tvøst
Vegna høga innihaldið av kyksilvuri í tvøsti verður mælt til, at vaksin fólk ikki eta meira enn 1-2 grindadøgurðar um mánaðin og børn ikki meira enn 1 ferð um mánaðin.
Kvinnur, ið ætla at gerast við barn innan 3 mánaðir, barnakonur og kvinnur, ið hava barn at brósti, eiga helst einki grindatvøst at eta.
Mælt verður til, at føroyingar hava hesi viðurskifti í huga:
?Tungmetalið kyksilvur hópast upp í føðiketuni og hjá tí einstaka menniskjanum.
?Fostur og møguliga eisini smábørn eru serliga viðkvom fyri kyksilvuri.
?Fostrið fær kyksilvur úr blóðinum hjá mammuni.
?Lívrunnið kyksilvur í blóðinum minkar til helvtar eftir eini 3 mánaðum, um onki kyksilvur verður etið.
?Bróstamjólk inniheldur eisini fitt av kyksilvuri.
Spik
Vegna høga innihaldið av PCB?um í spiki verður mælt til at avmarka spiknýtsluna. Vegna illgruna um eitrandi árin á m.a. nervalag og kynsgøgn hjá børnum í móðurlívi, verða tað gjørdar nágreiniligar kanningar av føroyskum nýføðingum. Enn eru hesar kanningar komnar ov stutt til at bera eitt ítøkiligt kosttilmæli, men mælt verður føroyingum til at hava hesi viðurskifti í huga:
?Summi mannskapt evni, sum PCBir, verða goymd í kroppinum alt lívið og hópast tískil upp. Fostrið fær hesi evni úr nalvastronginum, nýfødda barnið við móðurmjólkini og síðani við at eta spik.
?Um PCB innihaldið í kroppinum skal vera lágt, tá kvinna er við barn, er neyðugt at spiknýtslan undanfarin ár hevur verið lítil.
?Besti mátin at verja fostrið móti teimum skaðiligu árinum, sum illgruni er um, er at kvinnur halda seg heilt frá at eta spik til tær hava átt børnini.
Føroyingar eru í teirri hepnu støðu, at dálkingar-keldurnar eru at finna í tvøsti og spiki í grinda-hvali. Minka vit um tað, kunnu vit basa kviksilvurtrupulleikanum skjótt, meðan tað tekur mong ár at minka um eiturevnini í spikinum, sum niðurbrótast spakuliga. Eftir mínum tykki er einki læknaligt, sum talar fyri, at tey kosttilmælini, sum givin eru, skulu linkast, heldur tvørturímóti, tá nýggjastu granskingarúrslitini verða havd í huga.
Undirritaði hevur luttikið í orðaskiftinum um dálkaðan mat og kosttilmæli í flestu londum kring Norðurpólin. Hesar tjóðir eru nógvastaðni í eini truplari støðu, tí gevast tey, t.d. í Qaanaaq í Norðurgrønlandi, at eta tann matin, sum tey veiða, er grundar-lagið burtur undir teirra tilveru. Soleiðis er ikki í Føroyum. Tey, sum minka um grindadøgurðarnar, nýtast ikki at ganga svong, tí fiskurin í havinum kring Føroyar er als ikki dálkaður í sama mun. Í fiskinum eru tær ómettaðu feittsýrurnar, og fiskur er góður og sunnur matur.
Tað skal verða mítt tilmæli, at vit eta meira fisk, minka um grindina og gera umheiminum greitt, at tey hava dálkað okkara yndismat, soleiðis at børn okkara eru hótt.
Lat meg enn eina ferð nýta høvi at takka øllum teimum, sum hava brúkt tíð og orku í hesum kanningum, tað veri seg børn, foreldur ella starvsfólk. Tit hava verið við til at verja land og fólk móti sníkjandi kemiskum ágangi, og tit eru við til at gera okkara lítla land sjónligt úti í heimi.
Nøkur orð um samstarv
Nútímans gransking fer fram í samstarvi millum einstaklingar, millum stovnar og millum lond. Innan kviksilvurgranskingina hava tað verið tríggjar meginkanningar, sum myndugleikarnir úti í heimi hava brúkt, tá teir skuldu meta um kviksilvurspurningin. Vit í hesum granskingarhópum kenna og vitja hvønnannan, og eitt støðugt orðaskifti er okkara millum. Viðhvørt hvassorðað, men altíð á fakligari grund. Í hesum sambandi skal eg siga, at enn er eingin, sum hevur ávíst álvarslig brek við okkara kanningum. Men tað eru tey, sum føra fram, at tað, vit síggja í Føroyum, ikki bara er eitt kviksilvurárin, men eisini árin av PCB. Vit halda hinvegin, at PCB árinið á heilan er nógv minni, men at PCB hevur onnur skaðilig árin. M.a. á immunverjuna og hormonskipanina.
Framtíðin
Herfyri legði løgmaður fram sínar visiónir um Føroyar, sum eitt samfelag, ið um fá ár er grundað á kunnleikaframleiðslu. Hesum eri eg púra samdur í, men tað hevur við sær, at vit øll, hvør í sínum lagi, gera tað, sum vit megna, tí akrarnir eru stórir og bønarmennirnir fáir í okkara lítla landi.
Eftir mínum tykki eru nógv øki - eisini innan føroyska heilsuverkið - sum møguleikar eru fyri at granska í, bæði innan sjúkrahúsgátt, í primeru heilsutænastuni og innan fólkaheilsu. Megni eg tað, leggi eg fegin lag á. Eisini starvsfelaga mínum úr Klaksvík.
Latið okkum - í staðin fyri at keglast - byggja eitt Alhambra her úti í Norðurhøvum.
Tilvísingar:
2.Environmental Health Criteria 1, Mercury, World Health Organization, Geneva 1976.
3.http://ntp.niehs.nih.gov/ index. cfm?objectid=03614B65-BC68-D231-4E915F93AF9A6872
4.http://www.nap.edu/openbook /0309071402/html/
5.http://www.dadlnet.dk/ufl/2003 /0302/VP-html/VP34994.htm
6.http://www.inchem.org/ documents/jecfa/jeceval/jec_1307.htm