Vísir ein stóran trupuleika við at yvirtaka fólkakirkjuna

At ivamál nú er reist um, at Jógvan á Lakjuni er vorðin landsstýrismaður í kirkjumálum, er eitt rættiliga gott dømi um tann trupuleika, ið yvirtøkan av fólkakirkjuni kann føra til, sigur Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum

Fólkakirkjan og landsstýrismaðurin

? Hetta vísir bara, hvørjar trupuleikar, ið kunnu standast av at yvirtaka fólkakirkjuna.
Tað heldur Jákup Reinert Hansen, formaður í prestafelag Føroya um avgerðina at seta Jógvan á Lakjuni, sum ikki er limur í fólkakirkjuni, at umsita kirkjumál í landsstýrinum
Endamálið við Prestafelagnum er at verja fakligu áhugamálini hjá prestunum og felagið fæst ikki so nógv við kirkjupolitisk mál.
Men nógvir spurningar eru sjálvsagt samanhangandi og formaðurin í prestafelagnum hevur eisini sína hugsan um støðuna, sum hevur tikið seg upp, eftir at Jógvan á Lakjuni varð settur í starvið sum landsstýrismaður í kirkjumálum, hóast hann er limir í brøðrasamkomuni, sum er grundleggjandi ósamd við kirkjuna um nógv viðurskifti.
Men hann leggur dent á, at spurningurin er ikki viðgjørdur í Prestafelagnum, so hetta stendur fyri hansara egnu rokning.

Vísir ein grundleggjandi trupuleika
Og formaðurin í Prestafelagnum sigur, at ivamálið, sum nú hevur tikið seg upp um landsstýrismannin, vísir ein rættiliga grundleggjandi trupuleika í arbeiðnum at yvirtaka fólkakirkjuna.
? Hann sigur, at drotningin er føddur limur í fólkakirkjuni. Og tað er eisini drotningin, sum tilnevnir biskupar eftir at prestarnir og kirkjuráðini hava valt teir. Og tað er eisini drotningin, sum loysir biskuparnar úr úr starvi aftur.
? Somuleiðis er tað drotningin, sum setir nýgg ritual í gildi. Eitt nú ritual fyri barnadóp og konfirmatión.
Jákup Reinert Hansen sigur, at hesi ritualini eru ein mynd av tí, vit trúgva uppá.
Men hann spyr, hvussu verður, tá ið øll ábyrgd fyri fólkakirkjuna verður yvirtikin.
?Hvør skal tá koma ístaðin fyri drotningina, spyr hann. Hvør skal so seta ritual í gildi og hvør skal so seta biskupar og loysa teir úr starvi aftur.
Jákup Reinert Hansen heldur ikki at tað ber til at krevja, at ein landsstýrismaður ella at ein løgmaður skal vera limur í fólkakirkjuni
? Vit hava áður havt løgmann, sum ikki hevur verið limur í fólkakirkjuni (Jógvan Sundstein, blm.)
? Men tað er eitt sindur margháttligt, at tað kanska framyvir skal vera ein landsstýrismaður, ella ein løgmaður, sum ikki er limur í fólkakirkjuni, sum nú skal seta ritual í gildi í fólkakirkjuni.
Hann væntar tó ikki, at ein landsstýrismaður hevði farið og gjørt broytingar í innaru viðurskiftunum í kirkjuni.
? Tað hevði neyvan komið fyri, men reint teoretiskt er vandin til staðar, og tí hevur tað alstóran týdning at hava púra greið viðurskifti, leggur hann afturat.
?Tað er alneyðugt at hava púra greitt mark ímíllum tey ytru og innaru viðurskiftini hjá fólkakirkjuni, tí tað skal ikki bera til hjá einum politikara at legga seg út í viðurskifti, sum viðvíkja okkara trúgv og trúarjáttan.
Jákup Reinert Hansen sigur, at sostatt kunnu vit seta okkum tann grundleggjandi spurningin, um tað er rætt, at politiski myndugleikin hevur slíkt vald yvir fólkakirkjuni.
? Ein annar møguleiki kundi verið at at lagt hendan myndugleikan í onkran annan stovn. Í hesum sambandi hevur tað onkuntíð verið nevnt, at kirkjan sjálv skuldi valt sær eitt evstaráð, sum so fekk myndugleikan, sum drotningin hevur nú.
Í sambandi við fullveldisætlanina varð viðhvørt nevnt, at vit skuldu hava felags drotning við Danmark, hóast vit fingu fullveldið. Kann drotningin so ikki framhaldandi hava hendan formliga myndugleikan yvir kirkjuni, hóast hon verður yvirtikin?
? Tað er sjálvandi ein politiskur spurningur. Men skal drotningin framhaldandi hava myndugleikan at seta biskupar í starv, loysa teir úr starvi og at seta ritual í gildi í fólkakirkjuni, verður jú ikki talan um eina fullkomna yvirtøku. Tað er heldur onki samband ímillum drotningina og landsstýrið og Løgtingið, eins og tað er samband ímillum drotningina og fólkatingið í Danmark.
Formaðurin í Prestsfelagnum sigur, at júst hesin spurningurin hevur verið ein spurningurin, sum hevur ligið í buktini í samráðingunum ímillum Føroya og Danmark um yvirtøku av kirkjuni.

Umfatar øll trúarsamfeløg
Formaðurin í Prestafelagnum vísir eisini á, at ætlanin er helst at yvirtaka alt málsøkið sum tað er og ikki bara sjálva fólkakirkjuna.
Hann hugsar um, at uppi í hesum málsøkium eru eisini øll tey trúarsamfeløgini, sum eru uttanfyri Fólkakirkjuna.
?Í Føroyum eru ikki nógvar reglar fyri hesi trúarsamfeløgini, men aðrastaðni skulu trúarsamfeløg lúka ávísar treytir og so verða tey góðkend sum trúarsamfeløg.
Men men tað hava vit ikki í Føroyum.
? Hetta merkir, at tað limagjald, sum fólk lata til hesi trúarsamfeløg, sum tey hoyra til, kunnu tey heilt ella partvís draga av frá í skatti.
Men tá ið so staturin samstundis, við hesum, frásigur sær rættin til ein part av skattinum, er tað óbeinleiðis talan um almenna studning til hesi trúarsamfeløg.
Jákup Reinert Hansen sigur, at eitt, sum vit eiga at hava í huganum í sambandi við ætlanina at yvirtaka málsøkið, er, at vit hava fingið eina nýggja hjúnabandslóg.
? Eftir henni kunnu trúarsamfeløg uttanfyri fólkakirkjuna, sum lúka ymsar treytir, fáa góðkenning til at gifta fólk.
? Spurningurin er nú, um tað framyvir verður mentamálaráðið, sum skal geva slíkt loyvi. Og tað ber ikki til, uttan so, at ávísar reglur eru á økinum.
Formaðurin í prestafelagnum sigur, at tá ið nú nýggi landsstyrismaðurin í kirkjumálum ikki er limur í fólkakirkjuni, setur tað eisini kikaran á tey viðurskiftini, at tað er alt málsøkið, sum verður yvirtikið.
Formaðurin í Prestafelagnum ivast eisini í, um tað er rætt at leggja kirkumál undir ein annan landsstýrismann, soleiðis sum Biskupu hevur skotið upp.
?Verður tað gjørt, kann kirkjan skjótt gerast ein kastibløka ímillum ymsar landsstýrismenn, sigur hann.