Í nógva hitanum er tað sjálvsagt, at nógv væta skal til, skulu føroysku spælararnir verða til reiðar at tuska á vøllinum í ssamfullar 90 minuttir.
Tí hava teir eisini frá fyrsta degi fingið at vita, at tað ræður um at drekka vatn. Nógv vatn. Ikki minst er tað týdningarmikið, at kroppurin skjótast gjørligt verður vandur til at taka ímóti so nógvari vætu, sum tað yvir høvur er gjørligt, tí eisini hetta er nakað, sum tekur tíð, tá dagliga inntøkan av vætu brádliga skal tvífaldast.
Roknað verður við, at hvør spælari skal drekka einar seks litrar av vætu um dagin, um javnvágin í kroppinum skal haldast viðlíka, og roynt verður eisini at akta boðini.
Heilt uttan trupulleikar var hetta tó ikki, og í einum tveimm førum noyddust spælarar snøgt at steðga venjingini eina løtu, tí persónlig ørindi skuldu avgreiðast.