Orð og myndir: Dávur Winther

Væl eydnaður flygilfagnaður

Varpið var í gjár, sunnudagin fullsett við altráum áhoyrarum, sum vildu sleppa at hoyra hetta forkunnuga ljóðførið – Steinway & Sons D274 – SPIRIOr

Orð og myndir: Dávur Winther

Annfinnur beyð vælkomin og greiddi frá skránni, har Kristoffur Olsen legði við felagssangi, Nú hvítna tindar. Øll sungu væl við, har bæði høllin og flyglið gjørdu sítt til.

 

Síðani tók Jógvan við Keldu orðið. Hann fegnaðist um stásiliga ljóðførið, sum heilt víst kom at gagna øllum Føroyum, tók hann til. Hann spældi eitt lagatyssi á flyglið, við variatiónum av kendum føroyskum sangum og sálmum.

 

Forkvinnan í Mentanarnevndini og í stýrinum fyri Varpið, Jóhanna C. Christiansen takkaði áhoyrarunum, stuðlunum og teimum, sum sum annars høvdu gjørt sítt til, at fyrsta flokks flyglið nú stendur í Klaksvík – eisini fólkunum frá Juhl & Sørensen i Århus, sum hava veitt flyglið, sett tað upp og nú fyri fagnaðarkonsertina eftirhugt og stemmað flyglið av einslistum.

 

Jóhannes Andreasen, sum hevur verið við til at eyðmerkja júst hetta flyglið sum  tað besta, bar fram heilsan og tók til, at hetta flyglið við øllum teirra møguleikum – at spæla saman á netinum, at kunna taka upp og endurspæla stykki, heilt víst er eitt frambrot, ið flytir mørk – eisini í undirvísingarhøpi.

 

##med2##

##med3##

 

Hann spældi síðani trý smá væl ljómandi stykki á flýglið. Jóhannes Andreasen hevur verið í Klaksvík í fleiri umførum og á spælt á flyglið, har hann hevur tikið upp, fyri síðani at hoyra sítt egna spæl til at meta um og kanska gera møguligar broytingar.

 

Tá ið Jóhannes var liðugur, kom serstøk mynd á skíggjan og roykur fylti hølið, meðan náttardrotningin (Birita Adela Davidsen) úr Gandafloytuni hjá Mozart kom spakuliga fram úr roykinum.

 

Hon gandaði flyglið til sjálvt at spæla undir, meðan hon sang undurvakurt tað kenda stykkið, úr Gandafloytuni, Der Hölle Rache - Tað var heilt fantastiskt! Fylgispælið hevði Jóhannes innspælt áðrenn á Spirio, sum síðani flyglið leikti einsamælt til høvið.

 

Helga Gerðalíð frá Klaksvíkar Tónlistaskúlin spældi á flygil, Romansa í G-moll av Carl Nielsen, saman við Súsannu Joensen á tvørfloytu.

 

Heðin Askham fegnaðist um flyglið og tann týdning, tað hevur fyri tónleikalívið og  framførdi tvey stykki eftir Regin Guttesen.

 


##med4##

##med5##

 

Annfinnur byrjaði at takka fyri, men bleiv avbrotin av Dáva Winther, sum hevði sníkt seg fram at flyglinum og byrjaði at spæla ymiskt. Síðani setti hann seg betri til rættis, og segði, at nú skuldi hann spæla eina tulking av Bohemian Rhapsody hjá Queen.

 

Tað ljóðaði frálíka væl, men tá ið Dávur fór krúllandi niðan eftir tangentunum, ”datt hann útav endanum” og spældi flyglið bara víðari. Samstundis kom ein mynd av tí, sum spældi, Peter Bence frá Ungarn, á skíggjan.

 

Dávur takkaði stuðlunum, Augustinus Fonden, Klaksvíkar Kommunala Starvsmannafelag og Bakkafrost og fegnaðist um hetta heilt serliga ljóðførið, sum bert eru tvey av í Norðanlondum.

 

KBI, TTS, Norðoya Sparikassi og Borg fingu eisini eina tøkk fyri at hava stuðlað ferðini til Hamburg at vejla tað rætta flyglið, ið Jóhannes Andreasen stóð fyri.

 


##med6##

##med7##

 

Juhl & Sørensen í Århus, sum flyglið er keypt frá, var væl umboðað til flygilfagnaðin. Elias Nilsson, klaverteknikari eftirhugdi og stemmaði flyglið tvær ferðir áðrenn konsertina.

 

Sara Svensson, sølufólk í Oslo og Alice Eldevig, sum er úr Fuglafirði, er sølufólk í Århus, vóru eisini við. Alice greiddi frá, hvussi Spirioskipanin virkar og vísti nøkur dømi uppá hetta, har ein situr og spælir á flygel aðrastaðni, og tað er henda upptøkan, sum flyglið í Klaksvík so spælir. Sjálvir tangentarnir verða ávirkaðir við júst tí slagi, uppruna leikarin hevur trýst á sinar tangentar.

 

Steinway & Sons hevur hvønn síðsta hósdag í mánaðinum eina spirio-konsert, sum ber til at logga á og hoyra við nýggja flyglinum í Varpinum.

##med8##

 

Ein filmur varð vístur um m.a. ferðina til Hamburg, tá ið flyglið kom heim, inn í Varpið og var sett saman har. Eisini ein heilsan frá Jörg Helmke, økisleiðara hjá Steinway & Sons fyri Europa, Miðeystur og Afrika til Alex Sólstein um hetta fantastiska flyglið, sum nú var ávegis til Klaksvíkar. Alex hevur í fleiri ár havt á munni, at vit áttu at fingið útvegað eitt flygil frá Steinway & Sons – Nú er tað langt um leingi eydnast, tað fyrsta flyglið frá Steinway & Sons í Norðoyggjum.

 

Til endans spældi Pætur við Keldu tvey løg, síðani komu SUÐ á pallin og endaðu tey við sanginum, Einki her í heimi, Hans Ravnsgjall gjørdi lagið, sum Pætur hevur útsett til kórið – Og sum altíð hugtók spælið og sangurin áhoyrarnar.

 

Eftir flygilfagnaðin var boðið til ein kaffimunni niðriundir og var nógv prát um og fagnaður fyri flyglinum. Eisini komu hugskot um brúk av hesum frágera flygli.

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

##med31##

##med32##

##med33##

##med34##

##med35##

##med36##

##med37##

##med38##

##med39##

##med40##

##med41##

##med42##

##med43##

##med44##

##med45##

##med46##

##med47##

 

 

Orð og myndir: Dávur Winther